Fótbóltur

- Evropeisku dystirnir hava ótrúliga stóran týdning fyri okkum

- Vit ætla okkum sjálvandi at koma víðari úr fyrsta umfari men hetta verður helst tætt, staðfestir Jóannes Kalsø Danielsen. KÍ-bakkurin gleðir seg til at koma í gongd í Finnlandi hósdagin.

Jóannes Kalsø Danielsen í Conference League-bólkaspælinum - nú skal KÍ royna seg í 1. umfari í kappingini. - Vit hava royndir frá undanfarnum árum, og tær skulu vit brúka til okkara fyrimun

Jóannes Kalsø Danielsen í Conference League-bólkaspælinum - nú skal KÍ royna seg í 1. umfari í kappingini. - Vit hava royndir frá undanfarnum árum, og tær skulu vit brúka til okkara fyrimun

2025-07-09 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Evropa hevur ótrúliga stóran týdning fyri okkum sum lið og felag. Tað er altíð eitt av hæddarpunktunum í árinum, og tað merkist bæði í hópinum og millum fjepparar.

Hetta staðfestir Jóannes Kalsø Danielsen, tá Portalurin fær orðið á royna KÍ-spælaran seinnapartin. Klaksvíkingurin er staddur í Finnlandi, og tað er ímóti tí landinum, at nógv KÍ-eygu, og føroysk fótbóltseygu verða vend í morgin um 17-tíðina.

Sí eisini: KÍ-hópurin er komin til Finnlands

KÍ skal royna seg í fyrra dystinum í fyrsta umfari í Conference League. Hetta móti finska SJK Seinajoki. Men áðrenn vit koma til mótstøðuna og dystarætlanina hjá KÍ, spyrja vit Jóannes um, hvar teirra mál sum heild er í Conference League í ár:

- Tá tú spælir evropeiskan fótbólt, so mást tú taka ein dyst í senn – tí tú veitst ongantíð, hvat tú møtir. Tað er ein heilt annar intensitetur og spælistílur. Vit ætla okkum sjálvandi at koma víðari úr fyrsta umfari. Vit hava royndir frá undanfarnum árum, og tær skulu vit brúka til okkara fyrimun.

Væntar eina tætta uppgerð

KÍ hevur fleiri royndir enn finska mótstøðuliðið, sum bert einaferð er komið víðari í Evropa. Hetta var í 2022 við samanløgdum 4-3 sigri á estiska Flora Tallin í Conference League.

Árið eftir kom KÍ í bólkaspæli í somu kapping vegna flottu avrikini í Champions League. Nú hittast KÍ og SJK - suverena oddaliðið í Føroyum og nummar fimm í Finnlandi. Jóannes Kalsø Danielsen lýsir mótstøðuliðið á hendan hátt:

- SJK er eitt gott lið við góðum fysikki og einum skipaðum spælistíli. Vit hava hugt eftir teimum og rokna við at tað verður ein tøtt uppgerð. Fyrsti dysturin í Finnlandi er sera týdningarmikil – vit skulu hava eitt úrslit við okkum heim, sum gevur okkum møguleikan at avgera tað á Djúpumýru.

Men hvussu fer KÍ so at spæla móti liðnum, sum hevur havnarmannin Samuel Johansen Chukwudi í miðverjuni:

- Tað snýr seg um at vera fokuseraður og til tíðir at vera tolnir í verjuspælinum og ikki leypa framav. So skulu vit vera effektivir í álopspartinum tá møguleikarnir koma, staðfestir 27-ára gamli høgri bakkurin at enda.

Conference League 1. umfar
Í morgin, hósdagin 10. juli

17.00: 
SJK Seinäjoki - KÍ 
19.45: NSÍ - HJK Helsinki (Við Djúpumýru)

Dysturin hjá KÍ kann stroymast fyri eitt gjald her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder