Annað

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Vágamenn eru aftur á ovastu rók í føroyskari telving.

Feðgar á ferð móti FM-sigrinum! Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen stríðast nærlagdir í avgerandi dystinum móti Havnini á Giljanesi í dag (Mynd: Jn.fo)

Feðgar á ferð móti FM-sigrinum! Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen stríðast nærlagdir í avgerandi dystinum móti Havnini á Giljanesi í dag (Mynd: Jn.fo)

2021-03-13 22:45 Author image
Innsent
placeholder

Avgerandi finaludysturin um FM-heitið í landskappingini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag á Giljanesi í dag endaði javnur 2-2. Tað rakk hjá vágamonnum, tí skuldi Havnin endurvinna meistaraheitið var kravið, at teir vunnu dystin í dag í minsta lagi 3-1.

Tað gekk tann vegin, tí havnarliðið legði seg á odda 1-0, og økti síðani til 2-0. Men so tók dysturin eina vend.

Myndir frá finaluni síggjast á jn.fo her

Jøvn finala
Bæði liðini vóru heldur skerd. Martin Poulsen var ikki tøkur hjá havnarmonnum, og á vágaliðnum sást einki til Silas Eyðsteinsson, tí hann skuldi spæla fótbólt á Dungasandi í Betrideildini. Í hansara stað telvaði Jón Gregersen - ikki Bernhard Augustinussen ella Ingi Wiberg, sum hava loyst av í summum dystum. Á havnarliðnum telvaðu Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Luitjen Akselsson Apol og Sjúrður Thorsteinsson. Aðrir møguleikar vóru Carl Eli Samuelsen og Jóan Hendrik Andreasen, men torført er at taka dagar ímillum so javnsterkar telvarar.

Sjúrður Thorsteinsson vann á 4. borði á Jón Gregersen, og Helgi Dam Ziska vann dystin á 1. borði móti Rógva Egilstoft. 2-0 til Havnina. Á 2. borði stóð føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen eitt vet betri við hvíta fólkinum móti Olaf Berg. Leingi var óvist, um støðan kundi vinnast. Á 3. borði gekk javnt á millum Torkil Nielsen og Luitjen Akselsson Apol. Til endans var støðan heilt jøvn - og so lorkaði tann 15 ára gamli Luitjen sær javnleikin úr hendi við einum tapandi leiki. Samstundis telvaði Høgni sannførandi og hegnisliga Olaf niður í endaspælinum. 2-2 og Sandavágs Talvfelag var aftur føroyameistari.

Kollfirðingar ov stuttir
Roknað varð ikki við stórvegis spenningi um hvør fór at flyta niður. Kollfirðingar lógu í tungum sjógvi, men teir gjørdu ein ordans vørr í dag og mundu bjargað sær sætinum í bestu deildini.Kollfirðingar vunnu 3-1 á Klaksvík B, men eitt stig restaði í. Hans Kristian Simonsen sást á 1. borði hjá kollfirðingum í dag, og hann syfti skjótt Finnbjørn Vang. Bernhard Thomsen og Hanus Joensen vunnu somuleiðis, men Haldur Suni Johansen bjargaði klaksvíksliðnum við at vinna á Kára Petersen.

Í triðja dystinum í 1. deild vann Klaksvík 3-1 á B-liðnum hjá Havnini.Her eydnaðist Rógva Mortensen at fáa javnt móti moldovska stórmeistaranum Vladimir Hamitevici. Rani Nolsøe og Tummas Martin Sólsker vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði, meðan Terji petersen og Heiðrikur Jacobsen telvaðu javnt á triðja borði.

1. deild (10. umfar)
Sandavágur-Havnin 2-2
Klaksvík-Havnin B 3-1
Kollafjørður-Klaksvík B 3-1

1. deild - endaliga støðan
1. Sandavágur 27½
2. Havnin 25½
3. Klaksvík 21½
4. Havnin B. 17
5. Klaksvík B 15
6. Kollafjørður 13½

Suverenir vestmenningar
Tað var longu fyri seinasta umfar í dag greitt, at Vestmanna Talvfelag hevði tryggjað sær sigurin í 2. deild og uppflyting í 1. deild. Kortini gjørdu teir eisini bart í dag og vunnu 3-1 á styrktum havnarliði. Á ovaru borðunum hjá Havnini sótu Jóan Hendrik Andreasen og Suni Merkistein, sum plagdu at sita lið um lið á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag fyri á leið tretivu árum síðani, og kappast um FM-heitið móti júst Vestmanna Talvfelag. Jóan Hendrik vann á 1. borði móti Samson Højgaard, men á 2. borði vann Jákup á Rógvi Andreasen á Suna Merkistein við góðum frúgvaoffri. Vestmenningar vunnu eisini á hinum borðunum - Martin Brekká og Alfred Olsen móti ávikavist Øssuri Joensen og Jón Andreasen.

Blaðunga klaksvíksmanningin við brøðrunum Heðin og Einar Gregersen umframt Janus Skaale og Flóvin Matras Tummasarson endaðu næstfremst í 2. deild. tað boðar frá góðum hjá Klaksvíkar Talvfelag. Runavíkingar kýttu seg av øllum alvi í dag at vinna seg undan niðurflyting, men sjálvt ein góður 3-1 sigur í dag rakk ikki, tá saman um kom.

2. deild (10. umfar)
Havnin-Vestmanna 1-3
Kollafjørður-Runavík 1-3
Sandavágur-Klaksvík 1-3

2. deild - endaliga støðan
1. Vestmanna 31½
2. Klaksvík 22½
3. Kollafjørður 19½
4. Sandavágur 18½
5. Havnin 15
6. Runavík 13

Sundalagsmenn í 2. deild
Nýggja felagsliðið í Sundalagnum, Rókur, sum hevur røtur á Oyri, men nú røkkur úr Hósvík norður til Eiðis, vann 3. deild og verður tí í 2. deild komandi ár.

Har norðuri droyma teir um at lokka býráðsformannin í norðastu kommuni úr Sandavágs Talvfelag í Rók, men hann hevur sagt, at vinna teir seg upp í 1. deild, so skal hann av álvara umhugsa tilboðið.

Á liðnum hjá Róki í dag telvaðu Finnbjørn Zachariassen, Sámal Christiansen, Kim Durhuus og Gunnar Joensen.

3. deild (A-bólkur) 5.umfar
Kollafjørður-Rókur 1½-2½
Toftir-Sandavágur 1-3
Vestmanna-Rókur B 3½-½

3. deild (A-bólkur) - endaliga støðan
1. Rókur 14½
2. Kollafjørður 12
3. Toftir 12
4. Sandavágur 10
5. Vestmanna 9
6. Rókur B 2½

3. deild (Bólkur) 5.umfar
Klaksvík-Havnin 1-3
Sandavágur-Gøta 1-3
Runavík-Havnin B 1-3

3. deild (Bólkur - endaliga støðan
1. Havnin 17
2. Gøta 14
3. Sandavágur 10½
4. Klaksvík 8½
5. Havnin B 5½
6. Runavík 4½

Havnardreingir bestir
Eftir steðg í nøkur ár, var kappast um unglingameistaraheitið aftur í ár. Dreingirnir úr Havnar telvingarfelag vunnu sannførandi. Á liðnum vóru Elias Petersen, Brestir Samuelsen, Luca Staksberg, Petur Magnussen, Janus Ferjá, Dennis Anghel og Silas Mouritsen.

Unglingar - endaliga støðan
1. Havnin 35
2. Klaksvík 28½
3. Klaksvík B 23½
4. Kollafjørður 18½
5. Sandavágur 12
6. Sandavágur B 2½

Landskapping í hálva øld
Í fjør var kappast um FM-heitið í talvi fyri feløg á hálvtrýssinstjúgunda sinni. Søgan byrjaði í 1970. Tá var Talvsamband Føroya stovnað. Fyrsta veturin var bara kappast í einari deild, men so við og við løgdust fleiri feløg og lið og deildir aftrat.

Fyri ta tíð hevði ein óalmenn landskapping um sokallaða Woodborðið verið frá 1948 til 1976. Hana vann Havnar Telvingarfelag í harðari kapping við Vestmanna Talvfelag.

Men tann almenna landskappingin er at rokna frá eftir stovnan Talvsambandsins í 1970. Við FM-sigrinum í dag - hinum sjeynda í alt - hevur Sandavágs Talvfelag otað seg framum Vestmanna Talvfelag, og næstan lagt seg upp á síðuna á Klaksvíkar Talvfelag. Enn er kortini langur vegur at fáa Havnar Telvingarfelag aftur á yvirlitinum yvir FM-sigrar í talvi millum feløg.

FM 1971-2021
1971 HT
1972 HT
1973 KT
1974 HT
1975 HT
1976 VT
1977 HT
1978 HT
1979 HT
1980 HT
1981 HT
1982 HT
1983 H
1984 HT
1985 VT
1986 TFS
1987 TT
1988 KTF
1989 HT
1990 HT
1991 KTF
1992 VT
1993 KT
1994 KT
1995 HT
1996 KTF
1997 KTF
1998 KT
1999 KTF
2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST

Tilsamans
HT 24
KTF 8
ST 7
VT 6
KT 4
TT 1
TFS 1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder