Tað endaði 3-1 til Sandavágs Talvfelag í kviktalvsumdystinum millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag í sjálvari FM-finaluni í liðtelving seinnapartin.
Eftir at havnarmenn høvdu vunnið 3-1 í sjálvum dystinum, kláraðu vágamenn at reisast og vinna við sama úrsliti í FM-umdystinum á Skúlatrøð í Klaksvík.
Í hesum umdysti høvdu telvararnir tíggju minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri leikin.
Leingi var líkt til, at Havnar Telvingarfelag fór at vera omaná í umdystinum, tí bæði Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen vóru við yvirlutan á ovaru borðunum. Men Egilstoft-brøðurnir eru ikki so at syfta. Sum teir óføru kappingarmenn, ið teir eru, eydnaðist teimum í knappari vend at venda hóttandi tapi til sigurs á báðum borðum.
Og á 4. borði snýtti Jón í Horni Nielsen Luitjen Akslesson Apol, og so var sigurin tryggjaður. Olaf berg var hin einasti á havnarliðnum, ið vann.
FM-umdysturin
Sandavágur - Havnin 3 - 1
Rógvi - Helgi 1 - 0
Høgni - Martin 1- 0
Silas - Olaf 0 - 1
Jón - Luitjen 1 - 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald