Beint eftir hálvfinaluróðurin hjá Sverra Sandberg Nielsen, sum tíverri gjørdist ov stuttir til finalupláss, fór danski kvinnuáttarin í gongd.
Byrjanin var fín, men skjótt gjørdist greitt at tær í danska bátinum ikki megnaðu at fylgja við teimum úr Kanada, Avstralia, USA og Italia.
Sára Maria Johansen og tær endaðu nummar fimm av fimm í hálvfinaluriðlinum. Yvir tólv sekund vóru upp til tættasta bát - Italia.
Sum donsku viðmerkjarirnir eisini søgdu, tá báturin kom á mál, so var tað ógvuliga óvæntað, at Danmark var her. Tað eydnaðist at vinna á Kina og Týsklandi í undankappingini, og tað eru tvey lond, sum hava satsað meira uppá kvinnuáttara enn Danmark yvir longri tíð.
Hetta "Ol-projektið" var sjósett við OL 2028 í tonkunum. Harvið kunnu Sára Maria og tær vera ernar at hava verið við nú, hava fingið nakrar royndir og skulu næstu árini royna at stríðast fyri at koma í góða støðu til ta tíð.
OL av á hesum sinni fyri ungu froðbiarkvinnuna. Sára Maria Johansen gjørdist triði føroyski rógvarin til eitt OL. Katrin Olsen úr Havn róði við duppultscullara í Beijing í 2008, og Sverri Sandberg Nielsen var við í í 2021, eins og miðvingurin er við nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald