Facebook-síðan hjá HB hevur gjørt samrøðu við Saru Samson Lamhauge í samband við, at hon skal nú út á eitt fótbóltsævintýr.
Sara Samson Lamhauge sigur, at talan hevur verið um eitt heldur keðiligt kappingarár hjá HB, sum endaði nummar trý í Betrideildini og varð sligið út av steypakappingini seinasta mikudag.
Tó er Sára betri nøgd við persónliga avrikið. Miðvallarleikarin hevur sambært FaroeSoccer spælt 22 dystir, lagt upp til sjey mál og skorað fýra fyri HB í Betrideildini. Unga kvinnan, ið er úr Sørvági, men sum seinastu árini hevur spælt við HB, hevur eisini gjørt um seg á landsliðnum - serliga í dystinum móti Hvítarusslandi 22. september. Samanlagt hevur 19-ára gamli leikarin spælt í níggju A-landsdystum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Avrikini hava vakt ans uttanfyri landoddarnar, og nú er greitt, at Sara Samson Lamhauge skal til Italia at spæla fótbólt. Heimasíðan in.fo skrivaði hetta í gjár, og Sara greiðir í samrøðuni við Havnar Bóltfelag frá, at áhugin frá Apulia Trani kom í 2017, og at felagið síðani hevur fylgt føroyska leikarin, sum nú verður ein av fleiri útlendskum leikarum, ið skal styrkja liðið og royna at tryggja uppflyting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald