Sum fyrireiking til komandi EM-undankapping hjá kvinnum, sum byrjar í heyst, fer føroyska A-landsliðið seinni í vikuni til Litava, har tveir venjingardystir eru á skránni 7. og 9. apríl.
John Petersen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 spælarar til dystirnar móti litavum, men nú verður venjarin noyddur at síggja burtur frá Rannvá B. Andresen úr KÍ.
Rannvá, ið higartil hevur spælt 55 landsdystir og skorað 26 fyri Føroyar, hevur ein skaða at dragast við, og verður tí ikki nóg birg at spæla landsdystir um eina stóra viku.
Í staðin hevur John Petersen sent boð eftir Saritu Mariu Mittfoss úr B36, skrivar FSF á heimasíðuni. Sarita Maria hevur verið partur av landsliðnum áður, og er í løtuni skrásett fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar.
Hópurin
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DAN)
Birita Bergsdóttir Nielsen, ÍF/Víkingur/B68
Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála
Lív F. Arge, Sundby (DAN)
Rakul V. Magnussen, EBS/Skála
Heidi Sevdal, HB
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DAN)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, B36
Olga Kristina Hansen, KÍ
Margunn Lindholm, Sundby (DAN)
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Julia Naomi Mortensen, HB
Ása á Reynatúgvu, HB
Rebekka Fjallsá Benbakoura, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Nadja Dam Johannesen, HB
Rebekka E. Danielsen, Hinna FK (NOR)
Fyrsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum í EM-undankappingini verður á heimavølli hósdagin 29. august, tá Wales kemur á vitjan. Hini londini í bólkinum eru Noreg, Hvítarussland og Norðurírland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald