2018-12-20 11:57
Rættur hátíðardámur var í Svimjihøllini í Gundadali seinnapartin í gjár, tá ráðgevarasáttmáli um nýggja langhylin var undirskrivaður. Ráðgevi og arkitekur er Selmar Nielsen Arkitektar, og projekteringsarbeiðið fer í gongd beinanvegin.
Borgarstjóri, Annika Olsen, ið sjálv er royndur svimjari á høgum stigi, var fegin um at vera við til at seta hol á verkætlanina..
Projekteringin tekur ætlandi eitt ár. Verkætlanin fevnir um ein langhyl, ið er 25 metrar breiður, umframt ein innandura og ein uttandura terapi- ella heitvatnshyl, ið er egnaður til vælveru, linna og undirvísing, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald