Fótbóltur

Sáttmáli um nýtt graslíki undirskrivaður

Týsdagin varð sáttmáli um umhvørvisvinarligan graslíkisvøll í Hoyvík undirskrivaður.

2023-04-12 15:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Talan er um ein vøll av slagnum DOMO, ið er eitt niðurlendskt merki.

Hetta er sama slag av graslíki sum er á vøllinum inni í Vika. Hetta merkir, at umframt sand, so hevur vøllurin tundur sum ífyllu, og er hetta betri fyri umhvørvið enn gummigranulat.

Tórshavnar kommuna og P/F Føroya Møblasøla undirskrivaðu sáttmála um veiting av nýggjum graslíkisvølli á Hoyvíksvølli. Vøllurin er í dag heimavøllur hjá FC Hoyvík.

Umframt nýtt graslíki og stoytdoyvingarlag, verður eitt ávíst arbeiði gjørt við at slætta sjálvt undirlagið á vøllinum. Verkætlanin byrjar hálvan apríl, og endar eftir ætlan hálvan juni 2023.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder