Fótbóltur

Saudiarabia fær HM í fótbólti 2034

Eisini er avgjørt, at HM í 2030 verður í seks londum: Paraguai, Uruguai, Argentina, Marokko, Portugal og Spania. Avgerðin fakk á talgildum fundi í dag.

Fifa-forsetin Gianni Infantino á eykaaðalfundurin í í dag, sum varð hildin á netinum (Mynd: EPA)

Fifa-forsetin Gianni Infantino á eykaaðalfundurin í í dag, sum varð hildin á netinum (Mynd: EPA)

2024-12-11 16:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Saudiarabia verður vertur fyri heimsmeistarakappingina í fótbólti 2034.

Tað hevur verið væntandi leingi, eftirsum onkið annað land hevði bjóða seg fram sum møguligur vertur.

Saudiarabia fekk í dag tillutað vertsskapin á einum eykaaðalfundi hjá Fifa, ið varð hildin á netinum.

Vertsskapið varð lagt fram á einum longum videofilmi, har bæði børn, prinsar og Mohammed bin Salman, forsætisráðharri, løgdu fram ætlanina fyri ta “bestu HM kappingina nakrantíð”.

Slagorðið fyri endakappingina 2034 verður “at vaksa saman”.

Síðan varð farið undir at atkvøða um vertsskapirnar í 2030 og 2034 undir einum. Atkvøðugreiðslan fór fram við at limalondini klappaðu fyri at vísa, at tey vóru samd. Og sostatt fór vertsskapurin í 2030 til Paraguai, Uruguai, Argentina, Marokko, Spania og Portugal og í 2034 til Saudiarabia.

Harvið fingu limalondini ikki møguleika fyri at atkvøða ímóti. Men tey, sum sóust á skíggjanum, klappaðu øll, og sostatt kundi Fifa-forsetin, Gianni Infantino, staðfesta at HM í 2030 verður í hesum seks londunum, og HM í 2034 í Saudiarabia.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder