2022-08-04 15:47

Eftir 11 ár í enska Leicester skiftir danski landsliðsmálverjin Kasper Schmeichel til franska Nice.
35 ára gamli málverjin hevur gjørt trý ára sáttmála við Nice, sum spælir í bestu fronsku deildini.
Í Leicester hevur Kasper Schmeichel vunnið nógv seinastu árini, og hevur staðið sum vinnari av Premier League og FA-Cup.
Kasper Schmeichel leikti 478 dystir fyri Leicester og í 147 av teimum læt hann einki mál inn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald