Annað

Scott Morrison: Djokovic kann koma aftur í 2023

Hóast regulurnar siga, at Novak Djokovic missir innferðarloyvið í trý ár, kann hann, undir serligum umstøðum, fáa loyvi at koma aftur til Avstralia og luttaka í Australian Open í 2023, sigur avstralski forsætisráðharrin.

Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison sigur, at Djokovic møguliga kann koma aftur til landið longu í 2023 (Mynd: EPA)

Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison sigur, at Djokovic møguliga kann koma aftur til landið longu í 2023 (Mynd: EPA)

2022-01-17 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Novak Djokovic misti sítt innferðarloyvi, og sambært reglunum í Avstralia sleppur hann ikki inn í landið í trý ár, men kortini er ikki óhugsandi, at hann sleppur at luttaka í Australian Open næsta ár.

Tað sigur avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison.

Avstralski ráðharrin í immigratiónsmálum, Alex Hawke, tók innferðarloyvið frá honum, og ein dómstólur staðfesti í gjár endaliga, at Djokovic skuldi av landinum, og í gjár, og hann er nú lendur í Dubai.

Djokovic kann ikki fáa nýtt innferðarloyvi í trý ár, uttan immigratiónsráðharrin góðtekur, at har eru serligar orsøkir til at lova honum innaftur.

– Tað er møguligt at koma aftur undir røttu umstøðunum, og hædd verður tikin fyri tí til tað tíð, sigur Scott Morrisson sambært Ritzau.

Les eisini: Djokovic útvístur kortini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder