Serbiski heimsmeistarin Novak Djokovic sleppur ikki at forsvara meistaraheitið á Australian Open kortini. Tað hevur ein dómstólur nú avgjørt.
Tað var 5. januar, at Djokovic varð avvístur á floghavnini í Melbourne, tí hann ikki var koppsettur fyri koronu, og varð hann settur í sóttarhald á einum gistingarhúsi.
Men sambært sakførarum hjá Djokovic, hevði hann fingið undantaksloyvi til at sleppa inn í landið, tí hann hevði koronu í desember, og fimm dagar eftir komu, fekk Djokovic viðhald frá einum avstralskum dómara, og slapp hann sostatt úr sóttarhaldinum.
Dagin eftir fóru myndugleikarnir tó í holt við at kanna tær upplýsingarnar, sum Djokovic hevði latið í sambandi við umsókn um innferðarloyvi, tí illgruni var um, at hann ikki hevði latið rættar upplýsingar. Orsakað av hesum tók avstralski ráðharrin í immigratiónsmálum, Alex Hawke innferðarloyvi hansara aftur fríggjadagin, og í dag varð endaliga staðfest, at hann skal av landinum.
Djokovic vónbrotin
Novak Djokovic sigur, at hann er vónbrotin um avgerðina, men hann virðir hana kortini.
– Nú fari eg at taka tað róligt og koma fyri meg, sigur hann sambært Ritzau.
Málið um Djokovic hevur skapt nógva øsing, bæði millum tey, sum eru fyri og ímóti avgerðini um at nokta honum atgongd til Australian Open.
Novak Djokovic hevur vunnið Australian Open níggju ferðir, m.a. seinastu trý árini. Men hann hevur nú mist møguleikan fyri at fáa fýra meistaraheiti á rað.
Tað verður italski tennisspælarin Salvatore Caruso, sum nú fær møguleikan at luttaka í Australian Open í staðin fyri. Australian Open byrjar mánamorgunin.
Fegnast um avgerðina
Hóast tað er ein vónbrotin Djokovic, sum nú má ferðast heim aftur, fegnast ráðharrar í avstralia um avgerðina hjá dómstólinum.
Alex Hawke sigur seg fegnast um avgerðina, og tað sama ger forsætisráðharrin, Scott Morrison.
– Avgerðin varð tikin av heilsu- og trygdarávum, og fyri at varðveita frið, sum gagnar fólkinum, sigur Scott Morrison.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald