Fótbóltur

Aðalroyndin verður í kvøld

HB og KÍ bresta saman til stórsteypadyst á Tórsvølli. Hetta verður ein áhugaverd undansýning til Betrideildina, ið byrjar sunnudagin.

Tað er væl møguligt, at KÍ og HB fara at stríðast um fleiri steyp í ár. Í kvøld er stórsteypið uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er væl møguligt, at KÍ og HB fara at stríðast um fleiri steyp í ár. Í kvøld er stórsteypið uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-03 13:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er almenna startskotið til fótbóltskappingarárið 2020 í Føroyum. Stórsteypadysturin hjá monnum hevur seinastu árini verið ein fastur táttur, og dysturin hevur verið leiktur beint áðrenn 1. umfar í Betrideildini. Í fjør var stórsteypadystur hjá kvinnum fyri fyrstu ferð.

Hetta startskotið er útsett tvær ferðir orsaka av veðrinum í vikuskiftinum. Upprunaliga skuldu dystirnir leikast leygardagin, síðani varð tað útsett til sunnudagin, og síðani varð avgjørt at menninir skulu leika í kvøld, og at kvinnurnar spæla næsta leygardag.

Í báðum førum er talan um KÍ (føroyameistari) móti HB (steypavinnara)

Tað eru júst KÍ og HB, ið verð mest nevnd sum FM-biðlar í ár. Tað er lagt upp til, at tað verður eitt opið og spennandi oddastríð, sum B36, Víkingur og NSÍ helst eisini verða partur av. Hóast tað er heldur torført at meta um, síggja arvafíggindarnir tó í løtuni sterkast út.

HB fekk best úrslit í venjingardystunum, hevur fingið ein venjara ið hevur eina yrkiskenda tilgongd til fótbóltin, og hevur fingið styrk ið sær spennandi úr - allir tríggir donsku leikararnir ið eru komnir hava leikt á høgum støði. KÍ hevur eisini fingið áhugaverdan styrk. Odmar Færø fer helst at gera verjupartin uppaftur sterkari og av útlendsku leikarunum hevur serliga norski áleyparin, Ole Erik Midtskogen, higartil víst góðar taktir.

Í kvøld verður møguleiki at síggja, hvussu liðini og venjararnir, Jens Berthel Askou og Mikkjal Thomassen, standa til hvønn annan. Liðini spældu 3-3, tá tey hittust í Klaksvík í VFF Kup í januar. Nú eru vit so tætt uppá kappingarbyrjan, at til ber at fáa eina betri mynd av hesum liðunum, ið helst fara at spæla nakrar tættar dystir í ár.

Vit hava beinleiðis dagføring á forsíðuni av støðuni á Tórsvølli. Eisini hava vit myndir frá dystinum og taka samanum eftir seinasta bríksl. Til ber at stroyma dystin á Rás 1. FM1 sigur frá stórsteypadystinum. 

Stórsteypadystirnir 2020 - nýggjar dagfestingar:
Menn: 
Týskvøldið 3. mars klokkan 19:00

Kvinnur: 
Leygardagin 14. mars klokkan 16:00.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder