Hondbóltur

Seinasta høvið at hitta EM-hópin áðrenn fráferð

Føroyska manslandsliðið vitjar BankNordik millum klokkan 13 og 14 í morgin, mánadagin. Høvi verður at fáa autografar, myndir og eina EM-plakat.

Nógv børn og ung hava nýtt høvi at heilsa uppá landsliðshetjurnar og hava fingið autografar í samband við dystirnar á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

Nógv børn og ung hava nýtt høvi at heilsa uppá landsliðshetjurnar og hava fingið autografar í samband við dystirnar á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-07 16:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er sannur hondbóltsfepur í Føroyum. Hetta kann staðfestast eftir hesa vikuna, har føroyska manslandsliðið hevur vitjað ymsastaðni og spælt tveir væl vitjaðar landsdystir.

Teir í EM-hópinum hava skrivað alskyns autografar í samband við skúlavitjan í Klaksvík, vitjan í SMS, til venjingar og ikki minst eftir venjingardystirnar móti Belgia í Høllini á Hálsi.

Sí eisini: 
Myndir: EM-hópurin fekk heita móttøku í Klaksvik
Myndir: EM-liðið fer til Berlin við góðum treysti

Video:
Hákun: Altíð nakað serligt at spæla á heimavølli
Jónas: - Hetta savnar tjóðina
Teis: - Nú telja vit niður til hósdagin

Føroyar vunnu báðar hesar dystirnar og fara nú undir seinastu fyrireikingarnar til sjálvt EM-endaspælið. Hetta inniber styrkisvenjing í dag og í morgin og eina hondbóltsvenjing í Hoyvík í morgin klokkan 16.30.

Áðrenn venjingina verður eitt serligt tiltak á skránni í BankNordik, sum er høvuðsstuðul hjá HSF.

[object Object]

[object Object]Ungir fjepparar á Hálsi og í skúlanum í Klaksvík (Myndir: Sverri Egholm) 

Frá klokkan 13.00 til klokkan 14.00 mánadagin 8. januar vera spælarar og tey í venjaratoyminum á Oknarvegi 5. Opið hús er, og møguleiki er at fáa autografar, myndir og eina EM-plakat, boða BankNordik og Hondbóltssamband Føroya frá.

Ein tími er settur av til hetta. Talan er um seinasta stóra almenna høvi at ynskja já EM-landsliðnum. góða eydnu, áðrenn kósin verður sett til týska høvuðsstaðin týsdagin fyrrapartin.

Rættað og dagført: 21.18

[object Object]
Føroysku spælararnir takka fjepparunum eftir seinasta bríksl í gjár (Mynd: jn.fo)

Sí eisini: Vit eru við allan vegin

--



Spælari: Óli Mittún

Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð")

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder