Føroyar kunnu enda undankappingina við níggju stigum. Tað er ikki vanligt, at eitt føroyskt landslið er favorittur á útivølli, men okkara vórðu styrkismettar omanfyri Andorra, vunnu fríggjadagin á Montenegro, og Andorra hevur tapt allar sínar dystir higartil.
Einki tap hjá Andorra hevur verið undir trý mál, og 31. mai vunnu Føroyar 4-0 á Tórsvølli, tá Andorra vitjaði.
Signe Pries Andersen og hennara lið vilja byggja á flotta og sterka avrikið móti Montenegro fríggjadagin, tá Føroyar vunnu 2-1.
Ofta hevur dystur nummar tvey í einum "landsliðsvindeygað" verið tyngri fyri Føroyar, og umstøðurnar í seinna Andorra eru øðrvísi. Hetta staðfesti landsliðsvenjarin millum annað í samrøðu við Portalin fríggjadagin.
Sí eisini: Føroyar gjørdu bart móti Montenegro
Ferðingin til Andorra um vikuskiftið var heldur long og stríggin, skrivar FSF. Síðani hevur liðið tó fingið fyrireika seg væl, og klokkan 18 í kvøld stendur slagið. Kringvarpið vísir dystin á heimasíðu sínari.
Føroysku kvinnurnar í hitanum í Andorra (Mynd: FSF)
EM-undankapping, deild C - bólkur B
5. og seinasta umfar - á Tórsvølli 12.07
18.00: Andorra - Føroyar
Stroyming: kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald