
Gibraltar (Portalurin): Arbeiðið er fullført: Tveir dystir móti Gibraltar og seks stig.
Hetta var tað, sum man setti sær fyri móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum, og man vildi yvir í øllum førum fýra stig.
Føroyar framdu hetta í kvøld, men tað var ikki pent.
Fyrsta lítla tíman livdu føroyingar ikki upp til favorittleiklutin. Í verjustøðu var tað gott, tí heimaliðið einki slapp at skapa. Við bólti var tað tó als ikki nóg gott: Føroyar høvdu leikligu yvirvágina men skaptu einki í opnum spæli. Nógvar tekniskar villur vórðu gjørdar, og røttu renningarnar vóru ikki har.
Eingin skifting varð framd í steðginum. Fyrstu minuttirnar í 2. hálveiki hevði Mattias Lamhauge tvær góðar bjargingar, har hann syrgdi fyri, at Gibraltar ikki kom á odda.
Síðani hevði heimaliðið ongan veruligan málmøguleika, og Føroyar sótu á so at siga øllum. Eitt mál lá skjótt í luftini eftir trýfaldu innskiftingina: Fyrst rakti Samuel Chukwudi tvøtræðið, og síðani kastaði seinasti verjuspælarin seg fyri skoti hjá innskifta Jóan Símuni Edmundsson.
Áleyparin gjørdi sanniliga mun í sínum metdysti (nummar 96), men tað var vinstri vongbakkurin, Martin Agnarsson, ið gjørdist sigursharrin. 21-ára gamli maðurin var fyrstur á returbólti eftir gott álop og skot hjá liðformanninum Brandi Hendriksson.
Síðani hildu Føroyar fast og vóru eisini nær 2-0 málinum. Einasta vandastøðan nær okkara málið var, tá Tjay De Barr hevði góða sending afturum verjuna, men Samuel Chukwudi spurtaði aftur í brotsteigin og órógvaði áleyparn, so hann ikki fekk skot ár.
Meira herfrá seinni
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, mánadagin 8. september
Gibraltar - Føroyar 0-1 (0-0)
68' Martin Agnarsson 0-1
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jann Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson - Árni Frederiksberg (86' Meinhard Egilsson Olsen), Brandur Hendriksson Olsen, Geza David Turi (73' Jákup Biskopstø Andreaen), Jóannes Bjartalíð - Páll Andrasson Klettskarð.
Eftir 59 minuttir: Jóannes Kalsø Danielsen, Jóan Símun Edmundsson og Hanus Sørensen inn
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 12 stig (4 dystir)
2. Kekkia 12 stig (5 dystir)
3 Føroyar 3 stig (5 dystir)
4. Montenegro 6 stig (5 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald