Í dag kl. 17 taka føroysku flogbóltskvinnurnar ímóti Kroatia í Høllini á Hálsi.
Hetta er seinasti dystur í hesi undankappingini og liðini sum koma víðari til endaspælið halda so áfram í vár til Evropiski meistarin er funnin. Belgien, Italia, Estlandi og Týsklandi eru vertir fyri endaspælinum.
Kroatiska liðið, sum er komið til Føroyar legði harðliga út ímóti Føroyum og Rumenia, men hevur síðani víst veikleikar móti Ísrael á útivølli, Rumenia á útivølli og seinst móti Ísrael á heimavølli, har tær akkurát vunnu ein tættan 5 settara.
Kroatia endar tó sum nummar tvey í bólkinum og kvalifiserar seg tí til endaspælið um Evropiska meistaraheitið. Dysturin í Føroyum í dag og dysturin millum Ísrael og Rumenia, sum eisini verður leiktur í dag fáa ikki ávirkan á hetta.
Føroyska liðið hevur støðugt ment seg gjøgnum kappingina og hava til tíðir leikt við munandi størri sjálvsáliti enn tíðliga í kappingini. Tvey av settunum móti Rumenia á útivølli seinasta mikudag vístu hetta tíðiliga. Her var tað aftur Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, sum skarðaði framúr í álopspartinum og blokkinum. Súsanna stóð sjálv fyri 8 stigum til Føroyar hendan dystin.
Súsanna var eisini av CEV vald til eitt av top 10 plays í 4. umfarið. Brotið sum var valt sæst her.
Dysturin í dag er kl. 17.00 í høllini á Hálsi og dysturin sæst eisini á Televarpinum.
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald