2024-04-05 14:59
Í dag klokkan 16:30 verða fyrstu dystirnir í innleiðandi umfarinum í blandaðum tvímansleiki leiktir. Finnast skulu tey bæði pørini, sum í morgin skulu kappast um føroyameistaraheitið.
Myndin niðanfyri vísir heiðursmerkjavinnararnar í fjør:
FM vinnaraparið í fjør, Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen úr HBF luttaka aftur saman í ár.
Fai Yin Wong spælir saman við Brynhild Høgnadóttir Granhøj, meðan Eira Asbjørnsdóttir Petersen luttekur saman við Asbjørn Heide Olsen, sum vann bronsu í fjør.
Síðsti heiðursmerkjavinnarin á myndini, Lena Maria Joensen úr KBF, luttekur saman við Ari Miné Jacobsen, sum eisini umboðar KBF.
Innleiðandi dystirnir verða spældir í Badmintonhøllini i Havn í kvøld, meðan finalurnar verða leiktar í Høllini í Hálsi leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald