Loksins kemur løtan. Nærum fýra mánaðir eftir at fyrra hálvfinalan varð spæld millum liðini á Eiði, hittast B68 og EB/Streymur á Svangaskarði.
Tað gjørdu tey eisini 3. september, men tá spældi veðrið eitt puss, og dysturin varð útsettur.
Í fyrstu syftu varð 11. oktober ásett sum dagfesting, men orsakað av landsliðsvirksemi - bæði EB/Stremur og B68 høvdu U-landsliðsspælarar - varð aftur neyðugt at flyta seinnu hálvfinaluna.
Liðini fóru ikki á vøllin at spæla fyrst í september, sum ætlanin var eina løtu (Mynd: Jens Kr. Vang)
Dysturin varð síðani ásettur til 25. oktober, og orsakað av vantandi ljósviðurskiftum á Svangaskarði bleiv fyri stuttum avgjørt, at dysturin skuldi byrja klokkan 16.15.
Tað hevði givið trupulleikar, um liðini fóru í longda leiktíð. Síðani hevði klokkan verið umleið 19, tá liðugt var, ella tá farið varð til brotssparkskapping. Tað hevði verið skýmligt og heldur ringt sýni- serliga um man ímyndar sær, at tað hevði verið "myrkt í veðrinum".
Tað er tó eydnast at fáa nýggju ljósini upp á Toftum. Hetta kom uppá pláss í gjár, hevur Portalurin fingið upplýst. Harvið er hetta eingin trupulleiki. Fyrsta bríksl verður to kortini lutfalsliga tíðliga, tá talan er um ein dag mitt í viku. Veðrið burdi ikki órógvað hesaferð.
B68 er á odda 3-0 eftir fyrru hálvfinaluna og er harvið á veg til sína fyrstu steypfinalu síðani 1995.
Kappingin um Løgmanssteypið, seinna hálvfinalan
Í morgin, mikudagin 25.10
16.15: B68 (3) - EB/Streymur (0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald