2024-03-09 11:05
Í dag verður Bylgjan í Runavík karmur um seinna steypakapping í estetiskum fimleiki.
Kappingin byrjar klokkan 13 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.
Eingin steðgur verður millum aldursbólkarnar, og væntast kappingin at vera liðug áleið klokkan 16, skrivar Føroya Fimleikasamband í tíðindaskrivi.
Dyrnar lata upp klokkan 12.
Úrslitini frá seinnu steypakappingini verða løgd saman við úrslitinum frá fyrri steypakapping, sum var 27. januar, og tað liðið, ið hevur flest stig, er steypavinnari 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald