2021-03-05 16:32
Í morgin verður steypakapping í estetiskum fimleiki í Bylgjuni í Runavík. Hetta er seinna steypakappingin, og byrjað verður klokkan 13, tá pinkur og smágentur leggja fyri.
Klokkan 15 byrjar kappingin fyri gentur, unglingar og kvinnur.
13 lið eru tilmeldaði kappingina. Tey eru úr Fimleikafelagnum Støkk, Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelganum Ljósinum.
Fyri at halda koronatilmælini verður bert loyvt tveimum avvarðandi hjá hvørjum íðkara og venjara til hvørja kapping. Dyrnar lata upp 30 minuttir áðrenn kappingin byrjar, sigur Fimleikasambandið.
Kappingin verður stroymd á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald