2020-04-15 11:19
Annað umfar í Føroya Tele eDeildini 2020 varð leikt í gjár.
Har gjørdist greitt, at EB/Streymur og Víkingur vórðu liðini við hægst stigatalið í bólkaspælinum. Tey bæði liðini vunnu sannførandi sínar bólkar.
Tað gjørdist eisini greitt, at mótstøðuliðið hjá Víkingi í aðru hálvfinaluni verður vinnarin av Skála - B36, og og mótstøðuliðið hjá EB/Streymi verður vinnarin av B71 - TB.
Endaspælið í eDeildini verður leikt sunnudagin, 19. apríl 2020, frá kl. 15:00, boðar FSF frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald