- Um vit ikki hava tað fíggjarliga upp á pláss, so fer tað ítróttarliga at halta fyrr ella seinni.
Tað sigur formaðurin í ÍF, Georges Rouah, um mest umrøddu søluna í Betri deildini hjá monnum í ár. ÍF valdi at selja málrevin Uros Stojanov til B36, og fuglfirðingar síggja nú út til at hava beinleiðis kós niður í næstbestu deildina.
Hann sigur við blaðið Ellivu, at koronufarsóttin hevur havt við sær, at felagið hevur mist millum 400 hundrað túsund og 600 hundrað túsund krónur í inntøkum. Tað veri seg vantandi áskoðarainntøkur og at smærri stuðlar hava hildið aftur orsakað av óvissuni.
Tá so ein fyrispurningur frá B36 kemur um Uros Stojanov, kemur tað væl við hjá ÍF fíggjarliga.
B36 og Uros Stojanov skrivaðu undir sáttmála 25. juni (Mynd: Bjarni Enghamar / B36)
- Vit síggja, at tilboðið ger, at vit spara nógv á lønarlistanum, og vit fáa inntøkur beint í kassan. Vit tosaðu um tað í nevndini og tá síggja vit, at málið frá 2015 - um at felagið skal verða skuldarfrítt - kann røkkast í ár, um vit taka av, greiðir Georges Rouah frá í nýggjastu útgávuni av Ellivu.
Umframt Uros Stojanov fór Filip Djordjevic eisini úr felagnum. ÍF hevur ikki vunnið ein dyst síðani 16. mai, og liggur til niðurflyting á næstaftasta plássið við 13 stigum. Trý stig eru upp til EB/Streym á áttanda plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald