Tað verður tíverri ikki fullsett í Høllini á Hálsi um vikuskiftið tá føroyska hondbóltslandsliðið skal spæla ímóti Luksemburg, Italia og Lettlandi.
Hondbóltssambandið boðar í kvøld frá, at tað ikki verða seld fleiri atgongumerki til dystirnar enn tey, sum vórðu sett til sølu tíðliga í desember, og sum eru útseld.
Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum segði við Portalin mánadagin, at 400 atgongumerki eru seld, og ætlanin var at fáa tey fólkini, umframt stuðlar, inn til dystirnar.
Almennu tilmælini siga í løtuni at ikki fleiri enn 100 áskoðarar kunnu savnast, men í Høllini á Hálsi er gott pláss og til ber at býta áskoðarar upp í bólkar.
Sí eisini:
Kjartan Johansen: Leita eftir kensluni frá U21-landsliðnum í 2017
Nýggi landsliðsvenjarin: Als ikki vónbrotnir av føroyskum hondbólti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald