2018-12-27 15:45
Heimsins størsti tíðindamiðil, AP, hevur kosið tennisleikaran Serena Williams at verða ársins kvinnuligi íðkari.
2018 hevur tó ikki bjóða uppá teir mongu sigrarnar hjá Serena Williams, tí at hon hevur ikki vunnið nakra kapping.
Serena kom í finaluna í Wimbledon og US Open, men megnaði ikki at vinna nakra finalu.
Orsøkin til at Serena Williams vinnur heiðurin fyri fimtu ferð er, at hon hevur staðið seg væl, nú hon kom aftur á tennisvøllin eftir at hava átt eina dóttur tann 1. september í 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald