Fótbóltur

Serie A byrjar møguliga aftur 3. mai

Hetta sigur ítróttarráðharrin, Vincenzo Spadafora.

Juventus er oddalið í Serie A og er harvið á veg móti sínum níggjunda heiti á rað (Mynd: EPA)

Juventus er oddalið í Serie A og er harvið á veg móti sínum níggjunda heiti á rað (Mynd: EPA)

2020-03-19 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Italia er sera hart rakt av koronavirusinum, og meira enn annað nakað land liggur suðurevropeiska landið stillt í løtuni.

Ítróttur og serliga Serie A er ein sera týðandi partur av italiensku mentanini. Fyrst varð spælt fyri tómum áskoðaraplássum, men spælt hevur nú ikki verið í tíggju dagar - deildin liggur still, eins og restina av deildunum í Evropa nú gera.

Danielle Rugani og Blaise Matuidi hjá oddaliðnum Juventus hava fingið staðfest koronavirus.

Í gjár segði Vincenzo Spadafora, ið er ítróttarráðharri í Italia, at hann metir, at Serie kann byrja aftur 3. mai. Um tað so veðrur við áskoðarum ella ikki, skal støða takast til, tá dagfestingin nærkast.

Les eisini: Eingin fótbóltur í Onglandi fyrrenn í fyrsta lagi 30 apríl

Spadafora kunngjørdi eisini, at ítróttarfelag nú fáa fíggjarliga lætta.

- Fram til 30. mai hava vit strikað skattainngjøld fyri øll ítróttarsambond og allar aðrar íðkarar. Vit hava eisini strikað húsaleigu á bygningar, ið staturin eigur, og vit hava givið pening til fleiri tíggjutúsind persónar ella minni feløg í ítóttarheiminum

Kelda: tv2.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder