Fótbóltur

Eingin fótbóltur í Onglandi fyrrenn í fyrsta lagi 30. apríl

Fótbóltsmyndugleikarnir í Onglandi hava eisini avgjørt, at freistin fyri at avgreiða kappingarárið 2019/2020 verður longt - ástøðiliga í so langa tíð sum neyðugt er fyri at spæla tað liðugt.

Liverpool fær eftir verandi ætlan møguleikan til at gera arbeiði liðugt í mai. Nær steypið kann lyftast valdar tó framvegis stór óvissa um (Mynd: EPA)

Liverpool fær eftir verandi ætlan møguleikan til at gera arbeiði liðugt í mai. Nær steypið kann lyftast valdar tó framvegis stór óvissa um (Mynd: EPA)

2020-03-19 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FA, Premier League, EFL (English Football League) og umboð fyri kvinnufótbóltin hava á videofundi fyrrpartin tikið avgerð um tvey umráðandi viðurskifti: 

- At eingin yrkisfótbóltur verður leiktur í Onglandi fyrrenn í fyrsta lagi 30. apríl
(Her eru Premier League og steypakappingarnar (FA Cup) hjá kvinnum og monnum, The Championship, League 1 og League 2

- At kappingarárið 2019/200 er longt í óvissa tíð.

Hetta skrivar Sky Sports.

Lógir hjá FA staðfesta annars, at allar kappingar skulu spælast lidnar áðrenn 1.juni. Hetta hevur ovasta nevndin í enska fótbóltssambandinum nú broytt, soleiðis at tað eingin dagfesting er sum evsta mark. 

UEFA og umboð fyri øll limalondini avgjørdu týsdagin, at londini fyribils høvdu til 30. juni at fáa spælt kappingar lidnar, ið skulu tað.

Les eisini: UEFA gevur deildunum kring Evropa raðfesting

Um hetta fer at bera til í Premier League er óvist. Um tað tó eydnast at byrja fyrst í mai, so ber væl til at spæla níggju umfør áðrenn 30. juni.

Fótbóltsmyndugleikarnir í Onglani hava gjørt greitt, at tað er sera umráðandi at royna at fáa kappingarnar spældar lidnar og hava givið sær sjálvum tíð, Men teir hava eisini víst, at støðan viðvíkjandi virusinum í landinum verður tikin í álvara. Higartil er meira enn ein vika gingin uttan yrkisfótbólt í heimlandndinum hjá heimsins størstu ítóttargrein, og nú er greitt, at tað ganga minst seks vikur afturat. 

Les útmeldingina frá fundinum og sí viðmerkingar til støðuna her
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder