Tað var eingin slingur í valsinum hjá oddaliðnum í Serie A ella hjá liðnum, sum vann Champions League-finaluna í fjør, tá liðini spældu seinnu áttandapartsfinalurnar í gjárkvøldið - teir seinastu av øllum áttandapartsfinalunum.
Real Madrid sendi tað liðið út, sum spanska kongafelagið basti í finaluni í fjør. Úrslitið í gjárkvøldið gjørdist tað sama sum í París: 1-0 til Real Madrid. Tað varð tó sum so ikki nakar spenningur í dystinum í Santiago Bernabeu í gjárkvøldið, tí Real hevði vunnið 5-2 á Anfield í fyrra dystinum. Tað var rímiliga javnt í fyrra hálvleiki, men ikki teor heilt stóru málmøguleikarnar.
Liverpool fekk ikki hol á, og í seinna hálvleiki hevði liðið hjá Jürgen Klopp so at siga einki at bjóða uppá, meðan Real Madrid helt væl fast í bóltinum og skapti nakrar góðar støður. Í 78. minutti eydnaðist Karim Benzema eftir heldið løgið og heppið bandaspæl við Vinicius Junior og at beina bóltin í málið hjá Liverpool.
Benzema skoraði aftur móti Liverpool, ið vitjaði á Bernabeu...
...og Victor Osimhen gjørdi bart á Diego Maradona leikvøllinum (Myndir: EPA)
Real Madrid vann við samanlagt við fýra málum - Napoli vann samanlagt 5-0 á Frankfurt. Europa League-meistararnir megnaðu ikki so nógv í Suðuritalia, har , toppskjúttin í Serie A skoraði tvær ferðir.
Napoli hevur ongantíð verið í fjórðingsfinalu í Champions League fyrr - í morgin klokkan 11 verður lutakast, og Napoli verður í bollanum. Tað er triðja liðið úr Serie A í ár, sum hevur spælt seg víðari har til, og harvið er besta italska deildin, ið seinastu mongu árini í høvuðsheitinum ikki hevur eins gott orð á sær í Evropa sum áður, best umboðað í fjórðingsfinalunum.
Real Madrid er einasta spanska liðið, sum er komið so mikið langt. Chelsea og Manchester City úr Premier League eru við, og Bayern (Týskland) og Benfica (Portugal) vera eisini í bollanum í Nyon í morgin.
Champions League áttandapartsfinalur
Í gjár, mikudagin 15. mars
Real Madrid - Liverpool 1-0 6-2 samanlagt
Napoli - Frankfurt 3-0 5-0 samanlagt
AC Milan, Bayern München, Benfica, Chelsea, Manchester City og Inter Milan eru eisini víðari til fjórðingsfinalurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald