Tað er drama kring Wisla Plock, og í miðdeplinum er føroyski verjuprofilurin.
- Eg eri vónbrotin - knústur. Tað er ilt at skilja, at eitt felag, har eg havi verið so nógv ígjøgnum og gjørt so nógv fyri, fer soleiðis við mær. Tað er sum um, at eg ikki eri har: Tað er vantandi menniskjalig viðferð og virðing fyri mínum ætlanum og dreymum. Tað kennist órættvíst, og tað er løgið, at tey í felagnum lata sum um, at tey eru bilsin: Longu áðrenn vetrarsteðgin kunnaðu eg og umboðsfólk míni felagið um, at boð kundu væntast - og at vildi royna meg uttanlands, um spennandi tilboð koma.
Og tað eru tey nú, vísir Andrias Edmundsson á í viðmerking við meczyki.pl.
Undir yvirskriftini: "Stjørnan hjá oddaliðnum í Ekstraklasa vil avstað! Eg eri knústur" hevur stóri pólski ítróttarmiðilin í dag borið eina áhugaverda søgu.
Ítróttartíðindamaðurin Tomasz Włodarczyk hevur tosað við føroyingin og skrivað. Hann er tann sami, sum mikudagin bar tíðindini um, at Wisla Plock vísti tilboðnum frá Oxford aftur.
Les eisini: Serie A felag vil eisini hava Andrias - føroyingurin vil sjálvu avstað
Enska Championship-felagið vildi í fyrstu syftu leiga Andrias Edmundsson, men eins og við tilboðnum frá liði í 2. Bundesliga fyri jól, so vísti pólska oddaliðið tí skjótt aftur.
Tað stendur púra greitt, at Wisla Plock vil halda føroyska landsliðsmiðverjanum í felagnum, og ei undur í tí: Andrias Edmundsson hevur verið lyklaspælari, síðani hann kom á sumri 2024. Fyrst í uppflytingini og síðani í gongdini í fyrru hálvu, har Plock er oddalið og hevur bestu verjuna í Ekstraklasa.
![]()
So seint sum í gjár legði Wisla Plock hesa myndina út: Í sambandi við at kappingin byrjar aftur sunnudagin - men helst eisini sum eitt signal til Andrias Edmundsson og áhugaðu feløgini (Mynd: Wisla Plock)
25-ára gamli toftamaðurin sær tó tingini øðrvísi, staðfestir hann bersøgin fyri meczyki.pl:
- Eg eri ikki ein maskina. Eg havi stórar dreymar og ætlanir. Felagið vil ikki sleppa mær, men samstundis fái eg á fundi at vita, at tilboðið úr Italia er fíggjarliga ógvuliga gott fyri Wisla Plock. Eg skilji tað ikki...vit eru tunnir, men eg veit ikki eingongd, um eg kann teljast við, sum nú er.
Andrias vísir á, at hann eftir øllum at døma kann fara sum næstdýrasti Plock-spælarin í søguni, fylgja dreyminum og koma upp á eitt stig sum ógvuliga fá í Føroyum hava spælt á.
Hellas Verona spælir í Serie A, sum er besta italska deildin og ein av teimum fremstu í heiminum. Og felagið hevur sent eitt boð til Póllands. Føroyingurin heldur, at Plock forðar honum at taka fetið, ið hann ynskir. Og tað er støðan í løtuni.
Flytingarvindeygað letur aftur mánadagin á midnátt í fleiri londum í Evropa. Wisla Plock spælir sunnudagin - við ella uttan Andrias Edmundsson sum hevði eitt frálíkt 2025.
GG: Útsagnirnar hjá Andriasi Edmundsson eru endurgivnar og umsettar frá greinini, sum er skrivað á pólskum. Portalurin hevur væl og virðiliga eftirkannað, um hetta er rætt endurgivið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald