Klokkan 9 í morgun setur A-landsliðið kós móti moldovska høvuðsstaðnum Chisinau. Næstu vikuna bíða tríggir landsdystir í HM-undankappingini.
Tann fyrsti verður móti Moldova í annaðkvøld á Cymbru stadion. Sunnudagin verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og síðan taka skotar ímóti á Hampden Park í Glasgow mikudagin 31. mars. Allir dystirnar byrja klokkan 19:45, føroyska tíð.
Hópurin savnaðist á Hotel Hilton í Havn mánadagin, og vandi saman mánadagin og týsdagin. Nú bíðar ein flogtúrur upp á einar fýra tímar áðrenn seinastu fyrireikingarnar verða gjørdar til venjingina á leikvøllinum í kvøld.
Dysturin móti Moldova verður sum nevnt bríkslaður í gongd í annaðkvøld klokkan 19:45 føroyska tíð.
Hallur Hansson væntar ein harðan dyst. Vit hittu hann til venjingina á Tórsvølli í gjár, sí samrøðuna her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald