
Podgoricia, Montenegro (Portalurin): - Tað var ein góð uppliving her seinast. Tað plagar at vera fínt at koma til slíkar býir, og vit høvdu eisini heitt og gott veður tá.
Soleiðis sigur René Shaki Joensen, tá hann aftur er staddur á Stadion Pod Goricom (Podgorica City Stadium). Tað var hann eisini beint fyri ólavsøku 2021, tá HB spældi seinna dystin móti Buducnost Podgorica í 2. umfari í Conference League. HB vann fyrra dystin heili 4-0 í Gundadali og 2-0 her.
René Shaki Joensne fegnast saman við Daniel Johansen - øðrum av málskjúttunum hjá HB í Montenegro 27. juli í 2021 (Mynd: Aleksandar Djorovic)
René fegast saman við millum annað Adrian Justinussen, sum eisini er við landsliðnum nú, eftir fyrra málið hjá Michal Przybylski í Gundadani í 4-0 sigrinum á Buducnost Podgoricia (Mynd: Sverri Egholm)
René byrjaði inni í sigrinum hendan dagin, og minnist væl aftur á tað. Hann byrjaði eisini inni árið eftir nakrar kilometrar herfrá, tá KÍ – í sama umfari og í somu kapping - spældi móti montegrinsku meistarunum Sutjeska. Tá noyddist havnarmaðurin út við skaða seint í fyrra hálvleiki. KÍ spældi málleysan javnleik og kom víðari eftir heimadystin.
Nú er veðrið nakað annað – og tað kann avgjørt ávirka undankappingardystin í kvøld, sigur royndi landsliðsspælarin við Portalin:
- Tað er lýtt úti, men tað hevur eisini regnað í nakrar dagar. Og tað vit hoyra er, at dystarvøllurin ikki er tann allarbesti. Tað kann eisini verða ein eins stór avbjóðing fyri teir, sjálvt um teir spældu har leygarkvøldið. Vit møttu spælarum hjá Montenegro á gistingarhúsinum nú áðrenn venjing, og tá søgdu teir, at vøllurin var ein katastrofa. Eg trúgvi tað er líka fyri bæði liðini – og kanska ein fyrimunur fyri okkum, tí teir vilja gjarna spæla tað fína tekniska spælið. Ikki tí; vøllurin er tað, sum hann er, og tað er sjálvdan, at tú als ikki fært spælt á honum.
Føroyska liðið slapp ikki at venja á dystarleikvøllinum í Niksic, tí hann var í so ringum standi eftir Montenegro - Gibraltar leygarkvøldið, og tí tað hevur regnað so nógv síðaini.
Sí eisini: - Nú fáa vit at síggja hvør er stinnari í regninum
Sí eisini myndir frá venjingini á váta grasinum í gjár
Leikvøllurin í Podgoricia sum føroyingar noyddust at venja á í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Til reiðar til einhvønn leiklut - stuttligt við so høgari góðsku í hópinum
René Shaki Joensen avloysti Hall Hansson á sentrala miðvøllinum leygarkvøldið, tá 63 minuttir vóru spældir í Kekkia. Tað er heldur ivasamt, um Hallur kann byrja inni í kvøld, men líkamikið hvat, so er 31-ára gamli KÍ'arin til reiðar.
- Eg veit ikki heilt enn, hvør mín leiklutur verður í morgin. Tað veldst helst eitt sindur um, hvør støðan hjá Halli er. Og ætlanin er vist at rotera eitt sindur, í mun til orku og annað. So útfrá tí, so kann tað verða, at man skal byrja inni. Men tað má Eyðun ráða yvir. Líkamikið hvat, so haldi eg meg til reiðar at gera mun.
Til seinast staðfestir René, at her er høgt stig og gott lag í hópinum.
- Tað er eitt gott huglag í hópinum, og allir eru spentir. Allir bjóða av um pláss á liðnum. Tað er stuttligt at síggja, at so høg góðska er á øllum hópinum. Tað er ikki altíð, tað hevur verið so hørð kapping.
Montenegro - Føroyar spæla í kvøld, týsdagin 25. mars, klokkan 19.45.
Portalurin er á staðnum og hevur ymiskt tilfar upp til dystin, undir honum og eftir dystin. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá.
Sí eisini - samrøður:
Brandur Hendriksson: - Hetta er eitt sterkt lið - men avgjørt til at spæla við
Odmar Færø: - Stig við í viðføri heim hevði komið fantastiska væl við
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald