Annað

SÍ føroyameistari í G14 - bólki A

SÍ - Fleyr 3-1 (23-25, 25-19, 25-14, 26-24).

Frá vinstru: Inga H Henriksen, hjálparvenjari, Juliia Kuvshinova, venjari, Sofía Edvinsdóttir, Elin Hovgaard, Lisa Haraldsen, Sára Kambskarð, Súsanna Maria Magnussen, Rikka Allansdóttir og Andreja Petrovic (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Frá vinstru: Inga H Henriksen, hjálparvenjari, Juliia Kuvshinova, venjari, Sofía Edvinsdóttir, Elin Hovgaard, Lisa Haraldsen, Sára Kambskarð, Súsanna Maria Magnussen, Rikka Allansdóttir og Andreja Petrovic (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2021-03-27 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið eru FM-finalur í flogbólti hjá yngru deildunum á skránni í Trongisvági, og tað var SÍ, sum í gjár gjørdist føroyameistari í G14 bólki A eftir ein sera spennandi finaludyst móti Fleyr.

SÍ føroyameistari í G14 - bólki A eftir sera spennandi finalu ímóti Fleyr í Trongisvági.

Fyrsta settið tóktist at vera í sekkinum, og væl bundið fyri, tá SÍ legði seg á odda 18-9, men við Houdini-líknandi atgerðum smeyg Fleyr sær úr knípuni og javnaði til 23-23 og vann settið 25-23.

Í øðrum setti var SÍ frammanfyri einar 3-5 bóltar størsta partin av settinum, áðrenn settið var vunnið 25-19.

Í triðja setti smurdi SÍ Fleyr av 25-14, men Fleyr fótaði sær aftur í fjórða setti, sum gjørdist sera spennandi. Støðan gjørdist 19-19, 20-20, 21-21, 22-22, 23-23. Fleyr hevði síðani settbólt við bæði 24-23 og 25-24, men SÍ bjargaði støðuni báður ferðir og vann settið 26-24 og dystin 3-1. Sostatt vann SÍ føroyameistaraheitið.

Bestu leikarar í finaluni vóru Rikka Allansdóttir hjá SÍ, og Saranja Mouritsen hjá Fleyr.

[object Object]Rikka Allansdóttir og Saranja Mouritsen (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Í dag eru fýra finalur á skránni. Byrjað verður klokkan 10, og til ber at fylgja við dystunum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder