
Hotel Djurhuus-deildin:
SÍ – TB 3-1 (25-19, 25-14, 19-25, 29-27)
Á Tvøroyri harmast tey um, at tað ikki eydnaðist TB at vinna sær minst eitt stig ímóti greiða oddaliðnum SÍ, eftir at TB hevði tríggjar settbóltar í fjórða setti, men SÍ hóraði undan og vann ístaðin settið 29-27 við øðrum settbóltinum hjá sær.
SÍ hevði annars vunnið tey bæði fyrstu settini trygt; fyrsta sett 25-19, men var kortini aftanfyri 7-2 í øðrum setti. Men tá TB hevði vunnið tríggjar bóltar aftrat, hevði SÍ vunnið 15 og var á odda 17-10, og vann síðan settið 25-14.
TB gjørdi aftur ein vørr í triðja setti, og hesa ferð helt tað á mál, eftir at TB fór frá 12-11 upp á 18-12, áðrenn settið varð vunnið 25-19.
Og so koma vit aftur til, har við byrjaðu – í fjórða setti – sum var javnt frá byrjan til enda, men har SÍ var hvassast, tá tað skuldi avgerast.
At kalla eingin ivi er um, at tað verða SÍ og Fleyr, sum fara at bresta saman í FM-finalunum í FM-finaluni og eini møguligari triðju. Spælt veður best av trimum dystum.
Sunnudagin kl. 13 spæla Dráttur og Fleyr á Giljanesi.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. | Lið | Dystir (av 15) | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 11 | 26 | 31 |
2 | Fleyr | 11 | 15 | 25 |
3 | KÍF | 12 | -4 | 17 |
4 | TB | 12 | -3 | 16 |
5 | Mjølnir | 11 | -2 | 13 |
6 | Dráttur | 11 | -32 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald