Berlin, Týskland (Portalurin) - Teir flestu á hesum U21-landsliðnum hava spælt U-landsliðshondbólt saman í nógv ár og fingið stór úrslit fyri Føroyar; so sum gull í European Open og European Championship, umframt sigrar á Noreg, Ungarn, Spania (x2), Portugal og Danmark (EM-endaspæl). Óhoyrt fyri føroyskan hondbólt.
Nógvir av hesum hava eisini spælt nógv saman í uppvøktstrinum og á vaksnamannaliðum. 02-árgangurin, við góðum ískoyti úr yngri árgangunum, hevur longu víst seg sum nakað serligt í føroyskum og altjóða hondbólti. Fyrrapartin mynstra allir í hópinum, fyriuttan Aleksandar Sasha Lacok, Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún, av í ungdómshondbólti.
Teir hava sjálvur nevnt HM-kappingina fyri “The Last Dance” - seinasti dansurin Hetta eftir Netflix-heimildarfilmin frá 2020 um Micheal Jordan, ið serliga vísir síðsta kappingarárið og síðsta steyp hansara við kurvabóltsliðnum Chicago Bulls.
Málið var at spæla við um heiðursmerki hetta vikuskifti. Føroyar komu eisini víðari úr báðum bólkaspølunum við at vinna allar dystirnar og spæla sannførandi hondbólt. Hetta serliga móti Spania og Portugal, ið vóru í EM-finaluni í fjør.
Mynd: Sverri Egholm
Vónirnar vóru góðar undan fjórðingsfinaluni, men Serbia gjørdist ov stórur biti í Berlin hósdagin, og eftir ósigurin fyri Danmark í gjár gjørdist greitt, at Føroyar hægst kunnu enda nummar sjey í HM-endaspælinum. Hetta er í sær sjálvum ógvuliga flott - einki føroyskt landslið hevur verið í topp-átta í slíkari kapping fyrr.
Hetta er tryggjað, men nú skal seinasta takið takast. Spælararnir eru troyttir á ymsan hátt, men eisini greiðir um at teir skulu enda væl. Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava verið høvuðsvenjarar allan vegin og skulu um eina løtu seta ungu menninar upp enn einaferð. Klokkan níggju byrjar síðsti dansurin hjá hesum hópinum - hann er við Kroatia.
HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 7.-8. pláss
Max Schmeling Halle, sunnudagin 02.07
09.00: Føroyar - Kroatia
Kringvarpið vísir dystin beinleiðis. FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn úr Berlin. Portalurin er framvegis á staðnum, og vit hava ymiskt tilfar úr høllini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald