Dortmund, Portalurin: Í oktober vunnu vit við tveimum málum á útivølli. Hetta var í EM-undankappingardysti. Í november taptu vit við trimum málum heima við Tjarnir. Hetta var venjingardystur undan HM-kappingina.
Í kvøld hittast Føroyar og Ísland á uttanveltaðum vølli. Í ovurstóru Westfalenhalle í Dortmund til seinasta dyst í miðumfarinum í HM-kappingini. Og seinasta dyst hjá báðum londum í hesum umfari.
Ísland hevur onki at spæla fyri uttan um æruna. Vit spæla fyri at enda sum nummar fimm, fýra ella kanska trý í bólkinum í millumumfarinum.
Tað velst um úrslitið av dystinum, men eisini um úrslitini av hinum báðum dystunum í bólkinnum, sum verða spældir í dag.
Montenegro og Serbia spæla klokkan 14.30
Spania og Týskland klokkan 17
Og so spæla Føroyar og Ísland klokkan 19.30
Frøin á føroysku leikarunum var stór eftir EM-undankappingarsigurin á Íslandi í Reykjavík í oktober (Mynd: Sverri Egholm)
Íslendingar hava ikki havt eina góða kapping. Men tær eru ikki heilt ónøgdar, tí íslendska liðið er ungt og í eini uppbyggingarfasu, og málið hesaferð var ongantíð at fáa eitt gott úrslit, men at geva ungu spælarunum altjóða royndir, so at tær kunnu gera seg galdandi í komandi HM- og EM-kappingum.
Tað greiddi annar av íslendsku venjarunum, Óskar Bjarni Óskarsson, okkum frá í samrøðu á spælarahotellinum her í Dortmund í gjár.
Sí: - Tit hava verið betri enn vit higartil í kappingini
Íslendingar hava so at siga einki at spæla fyri í kvøld. Tær enda á aftasta plássi í bólkinum, líka mikið hvat úrslitið móti Føroyum verður. Men sjálvandi vilja tær royna at vinna og fáa stig í millumbólkinum.
Enda onkrastaðni millum nummar 9 og 20 í heiminum
Føroyar kunnu rykkja rættiliga langt upp í samlaðu støðuni við einum sigri, og harvið forvinna góð stig í komandi styrkismetingum, sum kann vera gagnligt í komandi kappingum.
Tá kappingin er av, verður eindaligu plaseringarnar avgjørdar. Londini, sum liggja nummar 3 í millumbólkunum verða plaserað millum nr. 9 og 12. Nummar fýra millum 13 og 16. Og nummar fimm millum 17 og 20.
Altso. Óansæð hvussu dysturin gongur í kvøld, so eru føroyar millum tær 20 bestu hondbóltstjóðirnar í heiminum. Bara tað er eitt bragd.
Fagnaður í umklæðingarrúminum saman við løgmanni, eftir sigurin í Reykjavík. Kunnu tær vekja somu kenslur aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald