Flogbóltssamband Føroya og Klaksvíkar kommuna hava samstarvað um hálvfinalurnar seinastu árini. Hetta samstarv merkir, at aftur á ár verða finalurnar leiktar undir bestu kørmum í Badmintonhøllini, sum til høvið verður umskapað til flogbóltshøll burturav. Flogbóltsgólvið verður breitt út, lýsingar settur upp, DJ og annars alt tað, ið hoyrir til eitt tiltak, ið er á altjóða stigi. Mitt í einum av søguliga sterkastu støðunum í Føroyum, tá ið tað viðvíkur flogbólti, nevniliga Klaksvík, sum hevur fostrað Mjølnir.
Ein langur dagur
Leygardagurin verður ein flogbóltsdagur burturav í Klaksvík. Tær 4 hálvfinalurnar verða slag í slag, og Mjølnir byrjar og endar. Leikt verður soleiðis:
Kl. 13.00 SÍ-Mjølnir (Meistaradeild kvinnur)
Kl. 15.00 ÍF-SÍ (Meistaradeild menn)
Kl. 17.00 Dráttur-Fleyr (Meistaradeild kvinnur)
Kl. 19.00 Mjølnir-Fleyr (Meistaradeild menn)
Sum altíð, tá ið talan er um flogbólt, kann tað gleðiliga henda, at onkur dystur endar úti í 5 settum, so tíðirnar eru vegleiðandi.
Nakrir greiðir favorittar og ein púra opin
Hjá kvinnunum er SÍ greiður favorittur ímóti Mjølni. Sí hevur vunnið allar sínar dystir í ár, har tað hjá Mjølni hevur gingið heldur striltið at halda støðið frá í fjør. Profilurin Sofía Purkhús spælir ikki í ár, og tað merkist. SÍ liðið, sum vann steypafinaluna í fjør er í ár enn sterkari, og hini hava bara ongan kjans havt higartil.
Hin hálvfinalan ímillum Drátt og Fleyr er harafturímóti púra opin. Dráttur vann seinasta dyst teirra millum 3-0, men settini vóru jøvn og spennandi. Har kann nokk alt henda, hóast Dráttur má metast at vera lítil favorittur.
Hjá monnunum sær tað út til, at ÍF og Mjølnir stevna beint í finaluna. Hesi bæði liðini hava higartil verið nógv sterkari enn SÍ og Fleyr, og hjá serliga SÍ hevur kappingarárið verið tungt. Men hetta er so afturfyri síðsti møguleikin hjá SÍ og Fleyr at vinna sær finalupláss, tí FM-finalan fer at standa ímillum ÍF og Mjølnir.
So tað er nú ella als ikki hjá Fleyr og SÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald