placeholder
Fótbóltur

Sigfríður og EB/Streymur hava longt sáttmálan

Royndi venjarin stjórnar eisini EB/Streymi næsta ár - á Eiði. Harvið hava øll feløg í Betrideildini meira ella minni venjara uppá pláss til 2025. Unga stjørnuskotið Virgar Jónsson heldur eisini fram. Hetta varð greitt á ársveitslu felagsins.

Tað varð kunngjørt á ársveitslu felagsins í Eydnuni í kvøld, at Sigfríður Clementsen heldur fram sum høvuðsvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað varð kunngjørt á ársveitslu felagsins í Eydnuni í kvøld, at Sigfríður Clementsen heldur fram sum høvuðsvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-09 22:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á ársveitsluni hjá EB/Streymi á Oyrabakka kundi Sigfríður Clementsen ikki verða til staðar, men 51-ára gamli havnarmaðurin gjørdist eitt høvuðsevni, tá tað varð kunngjørt, at hann heldur fram í felagnum. 

Nakað av óvissa hevur verið um hetta, men nú er tað endaliga greitt, at "Siggi" stjórnar EB/Streymi í 2025 eisini. Partarnir hava gjørt sáttmála fyri næsta ár eisini.

Sigfríður kom á fyrsta sinni til EB/Streym í 2008 og fekk fyrsta FM felagsins - og greipuna - í hús hetta árið. Hann kom aftur til felagið undan kappingarárinum 2023 og fer harvið skjótt undir triðja árið á rað í Sundalagnum/á Eiði. Higartil hevur hann hildið liðnum trygt uppi síðani afturvendanina.

[object Object]
Sigfríður Clementsen og táverandi formaður felagsins, Jógvan í Skorini, tá royndi venjarin vendi aftur til felagið, sum hann hevur vunnið eitt føroyameistaraheitið við (Mynd: EB/Streymur)

Í mun til stig, var fyrra hálva og byrjanin av seinnu hálvu, ikki góð.

EB/Streymur fekk tó ein frálíkan enda uppá kappingarárið 2024. Liðið var millum tey bestu seinastu triðingin, har 18 stig komu til høldar, og allur ivi um at halda sær upp ella ikki varð skúgvaður til viks. EB/Streymur endaði á 7. plássi vð 28 stigum.

Sigfríður Clementsen varð eisini tilnevndur til Ársins venjara.

Við setanini er greitt, at øll liðini, sum halda fram í Betrideildini í 2025, hava høvuðsvenjara heilt uppá pláss. Jákup Martin Joensen, ið Sigfríður avloysti fyri tveimum árum síðani, skrivaði undir við B36 týsdagin.

Sí eisini: B36 hevur venjaran uppá pláss

Hjá báðum uppflytarunum hava høvuðsvenjararnir ikki A-venjaraprógv í løtuni, men arbeitt verður uppá, at Pól Thorsteinsson (FC Suðuroy) og Markus Thorberg (TB) kunnu halda fram við róðrið. Hetta er ikki endaliga váttað, og talan kann verða um venjarasamansetingar.

Sí eisini: - Venjaraspurningurin kann loysast á ymsan hátt.

Á ársveitsluni hjá EB/Streymi í kvøld er eisini kunngjørt, at Virgar Jónsson heldur fram í felagnum. Ungi eiðismaðurin hevur staðið seg væl bæði síni ár í Betrideildini, og verður nógv væntað av vinstrabeinta spælaranum, sum ávísur áhugi hevur verið fyri aðrastaðni. 

Hann hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 47 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi og skorað 6 mál. Virgar kann spæla á vinstra bakki og ymsastaðni á miðvøllinum, og er hann U19-spælari.

[object Object]
18-ára gamli Virgar Jónsson byrjaði í Betrideildini sum 16-ára gamal, undir Sigfríði Clementsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dagført: 22.26

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder