At Pól Thorsteinsson burdi hildið fram sum høvuðsvenjari hjá FC Suðuroy eftir avrikini tvey tey seinastu árini, er helst eingin ivi um. Tvær uppflytingar á rað, bert trý tap í 49 landskappingardystum og nú skjótt Betrideildarfótbóltur aftur á Eiðinum.
Sí eisini: Uppflyting tvey ár á rað
Vágbingurin hevur eisini sáttmála fyri 2025 eisini. Trupulleikin er tó, at Pól ikki hevur A-venjaraprógv, sum er krav, um ein skal standa á odda fyri liði í Betrideildini.
Hetta verður tó loyst, staðfesti formaðurin hjá FC Suðuroy Eyðbjørn Thomsen í viðtalu við Portalin í farnu viku.
- Har eru fleiri mátar at gera hetta uppá. Vit eru sera væl nøgdir við venjaratoymið, og tað er long tíð til mars, sigur Eyðbjørn Thomsen.
Formaðurin í FC Suðuroy, Eyðbjørn Thomsen, saman við Dánjal Godtfred og Salmundi Bech sum komu aftur til barndómsfelagið seinasta vetur. Teir hava verið lyklaspælarar í uppflytingini (Mynd: FC Suðuroy)
Sí eisini: Sterkt samanhald og arbeiðssemi liggja aftanfyri hetta
Um FC Suðuroy fær ein persón afturat við A-prógvið knýttan afturat ella finnur ein annan hátt at fáa tað at hanga saman er óvist.
Pól Thorsteinsson sigur sjálvur soleiðis við Kringvarpið:
- Je havi sáttmála til næsta ár. Men tað eru krøv til í Betrideildini, sum je ikki lúki enn. So tað mugu okur seta okkum niður at tosa um eisini; je og felagið
Útsøgnin hjá venjaranum er frá 3-2 mánakvøldið 28. oktober (innslag frá 17.30 og sitat frá 19.12)
Sí eisini: Fyri fyrstu ferð í tíggju ár at tvey verða við
TB í nakað líknandi støðu - hevur spælandi venjarar
Hjá hinum uppflytarunum og suðuroyarfelagnum úr 1. deild hevur norðmaðurin Markus Thorberg verið spælandi venjari, Gilli Rólantsson Sørensen verið spælandi hjálprvenjari, umframt at feðgarinir Lars Müller og Allan Müller hava verið í toyminum.
Eingin av hesum hevur A-prógv. Gilli Rólantsson segði tó við FM1 mánadagin, at man ætlar, at Markus Thorberg skal undir A-útbúgvingina skjótast gjørligt, og hugt verður eftir at fáa ein venjara afturat inn í toymi.
Hoyr hjálparvenjaran og liðformannin hjá TB seta orð á hetta her (Frá 47.25)
Sí eisini:
André Dalfoss (TB): - Hetta merkir alt
(Video): Við TB-bussinum oman til Smyril
Myndir: TB millum tey bestu aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald