Fótbóltur

Sterkt samanhald og arbeiðssemi liggja aftanfyri hetta

Eyðbjørn Thomsen, formaður hjá FC Suðuroy, fegnast um enn eina uppflyting. Hann staðfestir, at felagið ikki fer “at sprengja bankan”, tí FC Suðuroy næsta ár verður í Betrideildini.

- Felagið satsar eisini nógv uppá at menna ungar leikarar úr økinum. Við at byggja á lokalt talent tryggjar FC Suðuroy, at liðið hevur eina sterka og virka framtíð. Her hava venjararnir nógv at siga, staðfestir formaður felagsins (Mynd: FC Suðuroy)

- Felagið satsar eisini nógv uppá at menna ungar leikarar úr økinum. Við at byggja á lokalt talent tryggjar FC Suðuroy, at liðið hevur eina sterka og virka framtíð. Her hava venjararnir nógv at siga, staðfestir formaður felagsins (Mynd: FC Suðuroy)

2024-10-24 19:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

TB/FCS/Royn var í 2017 og 2018. Síðani slitnaði og FC Suðuroy skuldi byrja aftur í 2. deild. Nú verður FC Suðuroy aftur umboðað í Betrideildini – við “fullum navni” og á egnum beinum.

Seinast soleiðis var, var í 2015. Harvið var tað stór frøi, tá uppflytingin varð tryggjað við 0-0 javnleiki á Argjum í næstseinasta umfari leygardagin. Ein uppflyting kann vera flott í sær sjálvum, men tað at hetta var onnur uppflyting á rað hjá FC Suðuroy, og at liðið, sum uppflytari í 1. deild, fer víðari upp í Betrideildina, ger tað heilt flott.

Sí eisini: Uppflyting tvey ár á rað

Eyðbjørn Thomsen er formaður í FC Suðuroy. Hann fegnast sjálvandi í hesum døgum. Fyri Portalinum vísir hann á, at tað sum liggur aftanfyri góða gongdina hjá FC Suðuroy er ein blanding av fleiri týðandi faktorunum - kanska serliga samanhaldi:

- Fyri tað fyrsta er tað eitt sterkt samanhald og arbeiðssemi: Tað hava spælararnir víst. Tað er ein góð samanseting á liðnum, og teirra samstarv hevur styrkt FC Suðuroy, Felagið satsar eisini nógv uppá at menna ungar leikarar úr økinum. Við at byggja á lokalt talent tryggjar FC Suðuroy, at liðið hevur eina sterka og virka framtíð. Her hava venjararnir nógv at siga, og teirra førleikar og millum annað evni at geva leikarunum sjálvsálit hevur verið ein avgerandi liður í framgongdini.

Stuðulin rundanum merkist eisini væl:

- Okur hava eisini ført ein sera skynsaman fíggjarpolitik. Tað merkist eisini, at stuðulin frá bygdunum, sum varða av FC Suðuroy, og frá fjepparunum er stórur. FC Suðuroy er eitt sera sterkt stuðulslið, bæði á vøllinum og í umhvørvinum rundan um felagið. Tá liðið merkir hendan stuðulin, serliga á heimavølli, gevur tað spælarunum

Eyðbjørn Thomsen heldur, at hesir faktorarnir tilsamans hava verið við til at skapa eitt sterkt grundarlag fyri framgongdini hjá FC Suðuroy.

[object Object]
Eyðbjørn saman við Dánjali Godtfred (t.v.) og Salmundi Bech (t.h.) sum síðsta vetur vendu aftur til barndómsfelagið. Hetta varð ógvuliga týðandi fyri felagið (Mynd: FC Suðuroy)

- Fara ikki at keypa 5-6 útlendingar

Spurningurin er so nú, hvat hendir víðari. Felagið, sum fyri einum ári síðani hevði sítt besta lið í triðbestu deildini, skal nú brynja seg til veruleikan í Betrildeildini. Har er spennandi at vera, men ítróttarligu og praktisku krøvini eru væl harðari.

Tað er long tíð liðin, síðandi fastur Betrideildarfótbóltur var í Vági. Í mun til tað praktiska, so vanta nøktandi ljós, fleiri áskoðarapláss, tak yvir tey og annað á Eiðinum. Hetta er tó í góðum hondum nú, staðfestir formaðurin hjá FC Suðuroy

- Umstøðurnar tekur Vágs kommuna sær av, og hevur FSF saman við kommunu fyri kortum ver á Eiðinum og hugt eftir hvat skal gerast.

Sí eisini: Skulu hava nýggj ljós á Eiðinum

Hvussu er so við hópinum? FC Suðuroy hevur, sum Eyðbjørn Thomsen sjálvur nevndi, góða blanding við spennandi ungum og royndum lokalum spælarum, umframt nøkrum útlendingum sum gera mun. Men tað er helst ikki nóg mikið.

- Okur fara ikki út og keypa eini 5-6 útlendingar. Tað verður roynt at fáa nakrar leikarar inn avtrat, men her skal ongin banki spreingjast, vit og skil skal fylgjast – eisini í Betrideildini. Okur taka hettar sum eitt upplivilsi, staðfestir sumbingurin.

At Pól Thorsteinsson burdi hildið fram eftir avrikini tvey tey seinastu árini, er helst eingin ivi um. Vágbingurin, við drúgvum royndum úr Betrideildini sum spælari fortíð sum støðugur og týðandi landsliðsspælari, hevur eisini sáttmála fyri 2025 eisini.

Trupulleikin er tó, at Pól ikki hevur A-prógv, sum er krav, um ein skal standa á odda fyri liði í Betrideildini. Hetta verður tó loyst - har eru fleiri mátar - staðfestir formaðurin.

- Vit eru sera væl nøgdir við venjaratoymið, og tað er long tíð til mars, staðfestir Eyðbjørn Thomsen.

[object Object]
Pól Thorsteinsson hevur higartil bert tapt tríggjar av sínum 48 landskappingardystum og hevur tvær uppflytingar (Mynd: FC Suðuroy)

FC Suðuroy spælir seinasta dystin í 1. deild á hesum sinni á Eiðinum í morgin, fríggjadagin 25. oktober. Tá fáa teir í bláum helst silvurkrónur, og tað verður eitt sindur gjørt burturúr Tað hevur verði eitt sindur eyka fokus á FC Suðuroy her í vikuni og í síðstu viku.

Tað er tó so, at tað eru tað nøkur fjølmiðlafólk, sum als enn ikki hava lagt merki til tað, sigur Eyðbjørn Thomsen hálvgum skemtandi við Portalin at enda. Her sipar hann serliga til, at uppflytingin ikki veruliga hevur verið tikin á tung í Kringvarpinum. Tá tað ikki var nakað um hetta í ítróttarsendingini 3-2 mánakvøldið, vórðu fleiri í sunanru hálvu av Suðuroynni ørg.

Tað er í øllum førum greitt, at FC Suðuroy í mars verður at síggja í Betrideildini fyri frystu ferð í tíggju ár. So er spurningurin, hvussu tað hilnast nú eftir fleiri ár við uppbyggingin. Spurningurin um, hvat lið fylgir FC Suðuroy upp úr 1. deild verður avgjørdir tíðliga fríggjakvøldið – uttan so at bæði TB og B71 snáva, og B36 vinnur á Víkingi. Í so fall verður ein upp- og niðurflytingardystur.

Sí eisini: TB og B71 berjast um uppflyting til tað seinasta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder