Fótbóltslagið í Suðuroynni hevur verið gott seinastu tíðina. Fyrst vissaði FC Suðuroy sær sæti í Betrideildini til 2025 við aðru uppflytingini á rað, og fríggjakvøldið fekk TB neyðugu trý stigini í Hoyvík.
Sí eisini: Uppflyting tvey ár á rað
Sí eisini: TB vann seg upp aftur í Betrideildina
Suðuroyarfeløgini í næstbestu deildini í ár endaðu á avikavist 2. og 3. plássi - Víkingur vann deildina. Harvið skulu bæði spæla í Betrideildini næsta ár.
FC Suðuroy-hópurin eftir at upppflytingin kom í hús á Argjum herfyri (Mynd: FC Suðuroy)
Tað verður fyrstu ferð í tíggju ár, at tvey Suðuroyarfeløg verða umboðaði í Betrideildini hjá monnum - hvør sær.
Í 2017 og 2018 var samstarv um TB/FCS/Royn, har besta liðið var í Betrideildini. Tað endaði á 29 stigum og 8. plássi í 2017 og 28 stigum og 7. plássi árið eftir.
Síðani støðgaði samstarvið. Liðið í fremstu røð spældi við loyvinum hjá TB, meðan næstbesta liðið var flutt niður í 2. deild. Harvið hevur FC Suðuroy skula strítt seg uppeftir aftur. TB hevur havt tvær niðurflytingar seinastu fýra árini men verður nú aftur at síggja í fremstu røð.
Í 2015 endaði TB á 7. plássi við 26 stigum. FC Suðuroy flutti niður: Liðið endaði á 9. plássi við 22 stigum. Her vórðu innanhýsis dystirnir avgerandi: TB vann tveir, og ein endaði við javnleiki.
Sí eisini:
André Dalfoss (TB): - Hetta merkir alt
(Video): Við TB-bussinum oman til Smyril
Myndir: TB millum tey bestu aftur
Eyðbjørn Thomsen (FC Suðuroy): Serkt samanhald og arbeiðssemi liggja aftanfyri hetta
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald