Stórur fagnaður á teimum mongu suðuroyingum í Hoyvík fyri løtu síðani og nú góða lag umborð á Smyrli.
Setingurin var greiður. Um TB vann á niðurflutta FC Hoyvík, so varð uppflytingin veruleiki. Hetta varð tó tungur burður, tí TB fekk ikki hol á fyrrenn í 74. minutti.
Hóast stórt trýst í løtum í 1. hálvleiki skuldi eitt brotsspark til. Hetta tók ganabúgvin Samudeen Musah sær trygt av: Áleyparin, sum nú hevur spælt sítt fimta kappingarár í felagnum, tryggjaði TB uppflytingini.
Samudeen var tryggur, tá ástóð (Mynd: Sverri Egholm)
Og stórur fagnaður á mongu útiáskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)
Eingin hevur latið færri mál inn enn TB í hesum kappingarárinum (24), og Gilli Rólantsson Sørensen, Ndende Adama Gueye, Torkil Holm, Ragnar Joensen, Rógvi Joensen, leikandi venjarin Markus Thorberg og hinir hildu málið reint í Hoyvík.
0-1 og harvið stuttur steðgur í 1. Deild hjá TB, sum eins og í 2022 flutti upp. Eins og tá, var B71 nær við. Sandoyingar gjørdu sítt og vunnu í Klaksvík men sandoyingar eitt stig ov stuttir.
Liðformaðurin Gilli Rólantsson fagnaður av býráðslimi og løgtingslimi, Bjarna Hammer (Mynd: Sverri Egholm)
Tað gjørdist avgerandi, at TB vann á júst B71 fyrr í mánaðinum og fingu 16 stig av teimum seinastu 18. Tvey stig suðuroyarfeløg vera st síggja í Betrideildini, eins og í 2015: TB og FC Suðuroy.
Endaliga støðan:
1. Víkingur 54 stig
2. FC Suðuroy 48 stig*
3. TB 45 stig*
--------------------------
4. B71 44 stig
5. B36 41 stig
6. AB 40 stig
7. NSÍ 31 stig
8. KÍ 30 stig
--------------------------
9. FC Hoyvík 20 stig**
10. HB 12 stig**
*Flutt upp
**Flutt niður
1. deild menn, 27. og seinasta umfar
Í morgin, fríggjadagin 25.10
FC Hoyvík - TB 0-1 (0-0)
KÍ - B71 0-1 (0-0)
Víkingur - B36 5-2 (3-1)
HB - AB 1-2 (0-1)
FC Suðuroy - NSÍ 5-0 (2-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald