Fótbóltssamband Føroya søkti undan jólum eftir tveimum nýggjum fótbóltsmennarum. Heimasíðan hjá FSF skrivar nú, at eftir nogvar góðar umsóknir komu inn, og samrøður hava verið, er valið fallið á Sigfríð Skaale Clementsen og Fróða Benjaminsen.
Sigfríður Clementsen er settur í fulltíðarstarv. 47-ára gamli havnarmaðurin hevur hesa øldina verið sera virkin sum venjari í føroyskum feløgum. Hann hevur ført B36 og EB/Streym til FM, og Víking til Løgmanssteypið trý ár á rað. Sigrfríður var venjari, tá B36 á fyrsta sinni spældi seg víðari í evropeiskari kappinging, og eitt føroyskt lið fyrstu ferð kom víðari í Champions League (2006). Hann førdi Víking víðari í Evropa tríggjar ferðir - eisini fyrstu ferð í søgu felagsins (2013) - í 2014 kom liðið tvær ferðir víðari í Europa League, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. Sigfríður var í fjør venjari á Fótbóltsakademiinum í Vági, umframt høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá FC Suðuroy.
Sigfríður Clementsen hevur fyri stóran part arbeitt við vaksnamannaleikarum. Seinast hann var í Betrideildini var í 2018, tá hann aftur stóð á odda fyri Vìking (Mynd: Sverri Egholm)
42-ára gamli Fróða Benjaminsen hevur spælt beint undir 600 dystir á hægsta stigi í Føroyum (503 í Betrideildini - 88 í steypakappingini) Miðvallarin hevur 39 evropeiskar dystir fyri fimm ymisk feløg og 94 A-landsdystir fyri Føroyar. Harvið er hann ein metmaður og jarnmaður á øllum økjum, og nú hann er við at stilla gaggurnar á hillina, fer Fróði at arbeiða nógv við menning í føroyskum fótbólti. Í januar varð fyrrverandi liðformaðurin á A-landsliðnum settur sum hjálparvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, og nú fer toftamaðurin at arbeiða hálva tíð sum fótbóltsmennari.
Frammanundan eru Jógvan Martin Olsen og Eli Hentze, nýggjur hjálparvenjari á A-landsliðnum, eisini knýttir at FSF sum fótbóltsmennarar. FSF lýsir høvuðsuppgávurnar hjá fótbóltsmennarunum at vera at veita feløgunum eina hjálpandi og mennandi hond í samband við menning av okkara ungu spælarum, umframt at taka sær av Úrvalstilboðnum, sum millum annað verður bjóðað næmingum, ið ganga á Miðnám.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald