Tríggir dystir í Meistaradeildini hjá monnum er á skránni í dag.
FM1 sigur fyrst frá við Løkin klokkan 15, har NSÍ skal royna at leggja størri trýst á KÍ við at vinna á AB og økja um leiðsluna.
Kloakkn 17.15 eru vi hinumegin fjørðin, har Skála og 07 Vestur nærum spæla ein lagnudyst: Vinnur 07 Vestur verða liðini á 9. - 7. plássi øll á 20 stigum eina løtu. Vinnur Skála triðja sigurin á rað er liðið ikki langt frá at vera sloppið.
Til ber eisini at fylgja gongdini í hesum dystunum, umframt B36 - B68 ovast á Portalinum.
Klokkan 19.30 taka Trygvi Absalonsen og gestir samanum í sendingini 3. hálvleiki. Har verður ljós eisini varpað á uppflytingina, sum B71 tryggjaði í gjár.
Sí yvirlit niðanfyri
21. umfar í Meistaradeildini - umframt "uppflytingardystur í 1. deild"
Í dag, Sunnudagin 30. august
15.00: B36 - B68
15.00: NSÍ - AB (FM1)
17.15: Skála - 07 Vestur (FM1)
Eftir dystirnar taka Trygvi Absalonsen og onnur samanum umfari í sendingini 3. Hálvleikur, sum byrjar klokkan 19.30
Mánadagin 31. august
18.30: KÍ - EB/Streymur (FM1)
Fríggjadagin 28. august
Vikingur - HB 1-3 (0-0)
57' Jørgen Nielsen 1-0
64' Heini Fossdalsá Sørensen 1-1
73' Ári Mohr Jónsson/Dan í Soylu 1-2
90 (+3)' Ebiye Moses 1-3
Les eisini: HB fór avstað við øllum í Sarpugerði
Aron Benjaminsen: Eg farið til Skotlands mánadagin
Stigatalvan:
Leygardagin 29. august
B71 - B36 II 5-3 (2-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald