Føroyar hava í fleiri førum fingið eina góða byrjan uppá eina undankapping. 2-2 javnleikirnir á Svangaskarði í 2000 og 2002 móti ávíkavist Slovenia og Skotlandi eru dømi um tað. Frískast í minninum stendur 0-0 dysturin móti Ungarn á Tórsvølli í august 2016 har, eins og móti Skotlandi, ein væl kundi víst á, at Føroyar helst burdu fingið try stig.
Tað fekk landsliðið í fyrstu royndini yvirhøvur í einari undankapping. 1-0 sigurin á Eysturríki 12. september 1990 í Landskrona vakti ans kring Evropa og setti veruliga Føroyar á fótbóltslandskortið.
Sí eisini: Samrøða við Atla Gregersen
Í nýggju Nations League kappingini seinasta heyst vunnu Føroyar 3-1 á Malta í fyrstu uppgávini. Nú er tað aftur Malta, ið er á skránni fyrst, men hesaferð er tað á Malta og í EM-undankapping.
Í trimum av undankappingunum í 90'árunum taptu Føroyar greitt í fyrsta dystinum - í øllum førum var talan um útidystir:
1998 (EM): Estland - Føroyar 5-0
1994 (EM): Grikkaland - Føroyar 5-1
1992 (HM): Rumenia - Føroyar 7-0
- Ímillum hesar dystirnar var eitt ógvuliga heiðurligt tap i Beograd móti Jugoslavia í 1996 (3-1)
Vónin til í kvøld er, at tað fer at verða ein góð byrjan uppá kappingina á útivølli. Føroyar skulu dystast móti Malta klokkan 17.00, og møguleikin fyri einari góðari føroyskari byrjan er góður, og nøsin er sett upp ímóti øðrum sigrinum í einum byrjunardysti í einari undankapping.
Sí eisini: - Hallur: Eg eri til reiðar - vit eru til reiðar
Fótbóltur
Sigurin á Eysturrríki stendur einsamallur
Í EM og HM undankapping hevur føroyska A-landsliðið hjá monnum bert vunnið fyrsta dystin einaferð.
Í Nations League løgdu føroyingar út við sigri á Malta á Tórsvølli. Hallur Hansson skeyt seinasta málið í 3-1 sigrinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-03-23 08:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald