Hondbóltur

Silja avloysir Rakul

Ungi málverjin hjá Ringkøbing hevur fingið ein snudd, og ístaðin er 20-ára gamla Silja Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum við í føroyska ferðalagnum til Luksemborg.

Silja Arngrímsdóttir Müller til U19-kapping. Hon er júst fylt 20 (Mynd: EHF)

Silja Arngrímsdóttir Müller til U19-kapping. Hon er júst fylt 20 (Mynd: EHF)

2024-02-26 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum ferðast til Luksemborg í dag. Silja Arngrímsdóttir Müller er kallað inn fyri Rakul Wardum, sum hevur ein skaða at dragast við.

Hesum boðar Hondbóltssamband Føroya frá seinnapartin.

Rakul var ikki við hjá Ringkøbing í bestu donsku deildini leygardagin, og hon er ikki við á túrinum til Luksemborg, har Føroyar spæla EM-undankappingardyst mikukvøldið. 20-ára gamla havnarkvinnan verður tó møguliga við til heimadystin móti Luksemborg sunnudagin, skrivar hsf.fo.

[object Object]
Rakul Wardum til landsdyst á Hálsi - hon verður møguliga við har sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðsvenjararnir hava ístaðin úttikið Silju Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum til málverjutoymið. Silja er 20 ára gomul og hevur nógvar ungdómslandsdystir í skjáttuni.

Silja var eisini partur av A-landsliðshópinum, sum møtti Svøríki í fyrsta dystinum í hesari EM-undankappingini.

[object Object]
Silja í dysti fyri Neistan (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyski hópurin móti Luksemborg mikudagin sær sostatt soleiðis út:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin

Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

Føroyar møta Luksemborg mikudagin kl. 17.45 á útivølli og á heimavølli, í Høllini á Hálsi, sunnudagin kl. 17.00. Dystirnir eru ógvuliga týdningarmiklir, í mun til stríðið um 3. plássið.


Atgongumerki til heimadystin fáast til keyps á atgongumerki.fo.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder