Fótbóltur

Símun Samuelsen aftur í HB

Hann skal vera venjari hjá 1. deildarliðnum komandi kappingarár. Ríkin Napoleon Djurhuus verður hjálparvenjari og skal eisini taka sær av U21.

2020-12-04 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Havnar Bóltfelag bjóðar nú Símuni Samuelsen vælkomnan heim. 

HB hevur í dag boðað frá, at vágbingurin komandi ár kemur at standa á odda fyri næstbesta mansliðið felagsins.

Eftir kappingarárið í 2019 gavst Símun Samuelsen sum leikari í HB og á hægsta støði. Eftir at AB endaði samstarvið við Sorin Anghel í mars, tók Símun við á Argjum. Tað eydnaðist tó ikki at vinna nakran dyst í Betrideildini, áðrenn AB segði fyrrverandi stórleikaran úr starvi, tá tvey umfør vóru eftir.

Hjálparvenjari hjá Símuni verður Ríkin Napoleon Djurhuus, ið eisini kemur at standa á odda fyri U21-liðnum hjá HB í 2021. Ríkin hevur havt fleiri venjarauppgávur í felagnum. Í fjør var hann høvuðsvenjari hjá U17-dreingjunum

[object Object]Ríkin Napoleon Djurhuus (Mynd: Havnar Bóltfelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder