Ein av royndastu leikarunum í føroyskum fótbólti takkar nú fyri seg. 34 ára gamli Símun Samuelsen takkar nú fyri seg við fótbólti á hægsta støði.
Soleiðis skrivaði bolt.fo í gjárkvøldið.
Símun Samuelsen royndi seg í íseldnskum fótbólti frá 2006 til og við 2009, har hann gjørdi vart við seg í Keflavík. Annars hevur vágbingurin í nógv ár verið ein av profilunum í Betrideildini. Frá 2010 og til og summari 2014 var hann ein lyklaleikari hjá HB, sum hann í tíðarskeiðinum vann tvey FM við (2010 og 2013) Ein álvarsamur skaði í 2014 órógvaði nógv, og hann steðgaði eisini tíðini á landsliðnum. Símun Samuelsen spældi 44 A-landsdystir og skoraði eitt mál - eitt víðagitið úr heilt spískum vinkli í Ísrael.
Í seinnu hálvu í 2015 spældi Símun við FC Suðuroy. Kantspælarin er uppvaksin í VB. Sum ungur royndi hann seg eitt ár í GÍ. Eftir at FC Suðuroy flutti niður, flutti Símun til AB. Argjamenn fluttu niður í 2016, og so vóru aftur boð eftir Símuni í HB. Har hevur hann havt trý góð kappingarár, og hevur veruliga víst sínar dygdir og høga støðið. Í fjør kom triðja FM hjá Símuni í hús, og í júst farna kappingarárið spældi Símun Samuelsen 32 dystir fyri HB og skoraði 10 mál - millum annað til 2-0 í steypafinaluni móti Víkingi.
Hetta var tann fyrsta av slagnum hjá roynda leikaranum og allarhelst tann einasta. Símun hevur váttað fyri bolt.fo, at tíðin er búgvin til at steðga. Samanlagt hevur Símun spælt 269 dystir og skorað 65 mál í bestu deildini. Í evropeiskum dystum fyri HB gjørdist talan u 11 av slagnum og eitt mál - sigrusmálið móti FC Salzburg í Gundadali í 2010.
Hann stendur eftir sum ein av allarbestu kantleikarunum í føroyskum fótbólti í hesari øldini. Símun var vandamikil, dugdi ógvuliga væl at renna rætt og at koma í tey røttu økini. Oftani avsluttaði vágbingurin væl, og hann hevði ferð og hegni so at hann kundi seta leikarar av - serliga tíðliga á yrkisleiðini. Ein klókur og tekniskt sterkur leikari og ein vinnaratypa; ein missur fyri HB og fyri føroyskan fótbólt.
Tøl: FaroeSoccer
Símun Samuelsen gevst
34-ára gamli vágbingurin hevur serliga gjørt vart við seg í HB, har hann hevur verið ein umráðandi partur av trimum FM-heitum og einum steyapgulli.
Kantspælarin hevur sett sín dám á føroyskan fótbólt seinastu mongu árini. Símun hevði eisini eitt gott tíðarskeið í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)
2019-11-29 07:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald