Fótbóltur

Símun Sólheim skal hava gips á í fimm vikur

- Eg var heppin í óhappinum, sigur B36-spælarin við Portalin. Tummilin brotnaði ikki og varð skjótt settur uppá pláss aftur. Símun byrjar spakuliga at venja í næstu viku og vónar at spæla aftur beint eftir landsliðssteðgin.

- Eg skal slett ikki vera á vøllinum í hesari viku, men so kann eg spakuliga byrja at venja uttan kontakt. Símun Sólheim kundi fegnast á ymsan hátt, hóast hann noyddist av vølli beinanvegin (Mynd: Sverri Egholm)

- Eg skal slett ikki vera á vøllinum í hesari viku, men so kann eg spakuliga byrja at venja uttan kontakt. Símun Sólheim kundi fegnast á ymsan hátt, hóast hann noyddist av vølli beinanvegin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-07 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru ikki farnir meira enn fimm minuttir í Sarpugerði sunnudagin, fyrrenn neyðugt var hjá B36 at skifta út. Símun Sólheim varð maðurin, ið noyddist av vølli.

Tað spældi tó væl av hjá Dan Brimsvík og liði hansara, tí B36 vann 3-0, og avloysarin hjá Símuni, Bjarki Nielsen bæði skoraði og legði upp. Men hvat var tað, sum hendi hjá hoyvíkinginum.

- Bólturin sprakk upp í tummilin á høgru hond frá stuttari frástøðu aftaná ein nærdyst. Hann brotnaði ikki men fór illa úr lið. Vit fóru á skaðastovuna, og læknin fekk tíbetur hálað tummilin uppá pláss við hjálp frá Svein Rógva (Nielsen Ljósstein, red) Um tað ikki eydnaðist, hevði verið neyðugt við skurðviðgerð fyri at fáa tummilin uppá pláss aftur. So eg var heppin í óhappinum.

Soleiðis greiðir Símun Sólheim Portalinum frá. 22-ára gamli maðurin, ið er ávegis til 100 dystir í Betrideildini, skal ganga við gipsi í fimm vikur. Hann kann tó venja partvíst við frá næstu viku av, og so er spurningurin, um tað rætta slagið av umbinding kann gera, at Símun kann spæla dyst tíðliga í næsta mánaði.

- Eg skal slett ikki vera á vøllinum í hesari viku, men so kann eg spakuliga byrja at venja uttan kontakt. Eg veit síðani ikki heilt, hvussu tað verður, men eg hopi at eg kann spæla við onkrari forbinding; tað verður nokk ikki fyrr enn aftaná landsliðspausuna.

[object Object]
Símun Sólheim var seinastu undankapping fastur maður á U21-landsliðnum. Nú hevur hann ikki aldur til hetta meira 

Hóast hann endaði á sjúkrahúsi so stutt inn í kappingarárið, so er lagið ikki so galið:

- Tað var eitt plástur uppá sárið tá eg fann útav, at vit høvdu vunnið í Gøtu.
Tað er sjálvandi gott lag í skiftingarrúminum, tí vit fingu eina góða byrjan, men vita eisini at tað hevur einki at siga, um vit ikki eisini vinna teir næstu dystirnar, staðfestir Símun Sólheim.

B36 skal spæla uttan Símun móti 07 Vestur sunnudagin og allarhelst eisini í 3. umfari. So er spurningurin, um hann er tøkur at spæla móti grannunum og gamla felagið sínum 3. mars. 

Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Michal Przybylski og Valerijs Sabala sótu allir og hugdu at í kuldanum í Sarpugerði sunnudagin. Teir tríggir fyrstnevndu eru darvaðir av skaðum, og lettiski áleyparin bíðar eftir neyðugu loyvunum. 

Í stuttari viðmerking við Portalin í kvøld sigur Dan Brimsvík, at viðvíkjandi loyvunum hjá Sabala er tað ein spurningur um tíð (óvist um tað eru fáir dagar ella meira enn eina vika), og um at áhaldandi seta seg í samband  við myndugleikarnir í Danmark. Viðvíkjandi skaðunum er tað heldur trupult at siga meira, annað enn at tað nærkast, til teir eru tøkir. Høvuðsvenjarin hjá B36 metir, at Hannes er tættast av hesum, í mun til at vera spæl til komandi dystirnar.
 
[object Object]
Ætlanin hjá Dan Brimsvík í Sarpugerði eydnaðist so at siga til fulnar - hetta hóast neyðugt var útskifting næstan beinanvegin (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder