Fótbóltur

Sjálvmál í 90. minutti gav Liverpool ógvuliga týdningmiklan sigur

Chelsea vann týðandi sigur í Wales við tveimum seinum málum, har dømingin kom í fokus.

Liverpool fekk sigurin móti Tottenham í hús í evstu løtu
(Mynd: EPA)

Liverpool fekk sigurin móti Tottenham í hús í evstu løtu (Mynd: EPA)

2019-03-31 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir týðandi dystir í Premier League eru leiktir seinnapartin. Tey fýra íblandaðu liðini høvdu nógv uppá spæl í trimum ymiskum stríðum. 

Í Cardiff var tað málleyst í 1. hálvleiki, men beinanvegin í 2. hálvleiki kom heimaliðið á odda. Nú snúði tað seg av álvara um at leypa á hjá Sarri og hansara monnum, men hóast greiða yvirvág gekk tað striltið at fáa mál. Í 84. minutti eydnaðist tað eftir eitt trýst, men málskjúttin tykistst at standa týðiliga rangstaddur. Málið stóð kotini, og beint sum yvirtíðin byrjaði avgjørdi innskifti Ruben Loftus-Cheek dystin. Trý sera góð stig hjá Chelsea meðan Cardiff misti í botnstríðnum undir keðiligum umstøðum. 

Á Anfield var sera spennandi uppgerð millum Liverpool og Tottenham. Heimaliðið var omaná fyri steðgin og kom á odda eftir eitt korter, tá Andy Robertson sendi gott innlegg inn til Roberto Firmino, sum stútaði bóltin væl í málið.

Tottenham kom væl út til 2. hálvleik, og fekk trýst Liverpool nakað aftur á vøllin, meðan heimaliðið var vandamikið uppá umstillingar. Tá tjúgu minuttir vóru eftir javnaði Tottenham við góðum málið, og hetta sá út til at gerast endaliga úrslitið. Ikki nógv bendi á, at ein vinnari fór at finnast, men í 90.minutti fekk Hugo Loris ikki tamarhald á einum bleytum stútara frá Salah, bólturin fór umvegis beinið á Toby Alderweireld í málið, og 2-1 og trý stig til Liverpool.

Hetta var enn ein týdningamikil stigur til liðið hjá Klopp, ið heldur fram við at bjóða Manchester City av, og sum nú aftur hevur oddasessin í Premier League. 

Cardiff - Chelsea 1-2 (0-0)
1-0 Victor Camarasa
1-1 Cesar Azpilicueta 
1-2 Ruben Loftus-Cheek 

Liverpool - Tottenham 2-1 (1-0)
1-0 Roberto Firmino 
1-1 Lucas Moura 
2-1 Sjálvmál


1. Liverpool 79 stig (32 dystir)
2. Manchester City 77 stig (31 dystir)
----------------------------------
3. Tottenham 61 stig (31 dystir)
4. Manchester United 61 stig (31 dystir)
5. Arsenal 60 stig (30 dystir)
6. Chelsea 60 stig (31 dystir)
--------------------------------------
12. Bournemouth 38 stig (32 dystir)
13. Crystal Palace 36 stig (31 dystir)
14. Newcastle 35 stig (31 dystir)
15. Brighton 33 stig (30 dystir)
16. Southampton 33 stig (31 dystir)
17. Burnley 33 stig (32 stig)
--------------------------------
18. Cardiff 28 stig (31 dystir)
19. Fulham 17 stig (32 dystir) 
20. Huddersfield 14 stig (32 dystir) 
- Er flutt niður

Hendan greinin er løgd út kl. 18:28, og ikki 17.28, sum dagfestingin annars sigur. Hetta er orsaka av tekniskum trupulleikum í løtuni. Haldið okkum til góða

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder