
- Hetta gevur nakað til samanhaldið okkara ímillum og eisini um sambandið hjá nevndarlimunum við fólk í hinum feløgunum.
Eyðbjørn Thomsen hevur verið formaður í FC Suðuroy seinastu árini og í nevndini leingi. Hann hevur tískil verið til nakrar formanstúrar - tað er tann árligi túrurin til ein útidyst hjá manslandsliðnum, har forfólkini verða bjóða, umframt at onnur í nevndum og hjá stuðlum kunnu keypast við.
- Hetta er altíð nakað serligt og stuttligur, staðfestir sumbingurin.
Hesaferð er tað nakað serligt hjá FC Suðuroy, tí felagið hevur sjey av sínum átta nevndarlimum við á túrinum til Gibraltar.
Eyðbjørn Thomsen vil ikki siga so nógv um skránna á túrinum, sum plagar at hava fitt av hugna, men hann tippar 3-0 til Føroyar.
Flogfarið hjá Atlantic Airways var næstan fullfermt. Tað fleyt beinleiðis úr Vágum til Malagá í kvøld, og setti seg umleið klokkan 21.30.
Spælararnir og toymi koyra í løtuni til Gibraltar. Forfólkini við fylgi búgva í Spania. Føroyar spæla HM-undandystin mánadagin 8. september klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald